iLaks veit at siga, at árini 2012 til 2020 var í miðal ein deyðsvanlukka um árið í norsku alivinnuni. Mynd: Måsøval

Aling er vandamiklasta arbeiði í Noregi

- Fólk skulu kenna seg trygg, tá farið verður til arbeiðis og tey, sum hava síni kæru á arbeiðsplássunum, skulu fáa tey heimaftur í øllum góðum

iLaks veit at siga, at árini 2012 til 2020 var í miðal ein deyðsvanlukka um árið í norsku alivinnuni. Mynd: Måsøval

Hvørt ár doyr í miðal eitt fólk í norsku alivinnuni, og nú skjóta fyritøkurnar í vinnuni upp at skipa eitt egið trygdarráð eftir leisti úr norsku olju-og gassídnaðinum.

 

Í einum brævi til norsku stjórnina eggja fyritøkurnar myndugleikunum til at skapa ein meira vinnuvinaligan politikk fyri matvinnuna, sum tryggjar heilsu, umhvørvi og trygd.

 

- Alingin hevur sínar avbjóðingar við trygdini, og nú skulu vit í holt við nýggjar framleiðsluskipanir við aling til havs.

 

Stjórin fyri tí, sum norðmenn rópa Sjømatbedrifterne, Robert Holmøy Eriksson, sigur við iLaks, at neyðugt er at leggja støðið høgt, tá ræður um heilsu, umhvørvi og trygd.

 

Hann leggur dent á, at trygdin eigur at vera tað grundleggjandi fyri víðari vøkstri í alivinnuni.

 

- Fólk skulu kenna seg trygg, tá farið verður til arbeiðis og tey, sum hava síni kæru á arbeiðsplássunum, skulu fáa tey heimaftur í øllum góðum, sigur Robert Holmøy Eriksson.

 

iLaks veit at siga, at árini 2012 til 2020 var í miðal ein deyðsvanlukka um árið í norsku alivinnuni.

 

Meira um hetta kann lesast á - https://ilaks.no/sjomatbedriftene-vil-ha-et-sikkerhetsrad-for-havbruksnaeringen-folk-skal-fole-seg-trygge-pa-jobb/

 

 

 

 

 

 

 

 

 

iLaks veit at siga, at árini 2012 til 2020 var í miðal ein deyðsvanlukka um árið í norsku alivinnuni. Mynd: Måsøval