Setur.fo:
Fyrr í ár søktiUArctic-felagsskapurin eftir ph.d.-lesandi, sum eru knýtt at universitetum í samstarvinum, at leggja fram verkætlanir sínar á árligu Arctic Circle-ráðstevnuni í Hørpuni í Reykjavík dagarnar 16.–18. oktober.
Tordis Tróndarson gjørdist ein av teimum fýra finalistunum, sum sleppa at umboða UArctic og kappast um at hava bestu framløguna á ráðstevnuni.
Framløgan hjá Tordis byggir á verkætlanina The APN-FO Project, sum snýr seg um at menna eina masterútbúgving í Advanced Practice Nursing (APN) í Føroyum. Endamálið er at menna eina útbúgving, sum er lagað til føroysk viðurskifti, og sum gevur beinleiðis svar upp á tær avbjóðingar, ið standast av einum aldrandi samfelag og vaksandi tørvi á heilsutænastum.
Verkætlanin er skipað í fýra stig og byggir á aktiónsgransking, har áhugapartar eru virknir luttakarar í allari menningartilgongdini. Verkætlanin verður stuðlað av Arbeiðsmarknaðinum Frameftir (Granskingarráðið) og Felagnum føroyskir sjúkrarøktarfrøðingar.
Vit ynskja Tordis bestu eydnu við framløguni!
Sí granskaravanga hennara her.