Sí myndirnar: Soleiðis sær Glasir út í dag

Landsverk hevur í dag víst runt inni í Glasi.

Landsverk hevur í dag havt opið hús á Glasi, og at síggja til vóru nógv fólk, sum sýndu hesum áhuga. Stóri skúlin hevur eina gólvvídd á 19.500 m2, talan eru um seks hæddir, umframt tøknibreyt á 7. hædd.

 

Skúlin hevur pláss fyri 1300 næmingum, og 200 lærarar fara at starvast á staðnum. Landsverk skrivar í faldara, at tað eru 650 hurðar í bygninginum. Tað eru yvir 10.000 m2 av glasi, og áleið 4000 lampur. Umleið 35000 tons av betongi er nýtt, og umleið 1500 tons av stáli. Tað eru fýra lyftir í bygninginum, sum verður hitaður við jarð- og fjarhita. Sambært Landsverki verða hæddirnar innrættaðar soleiðis: 

 

Á 1. hædd verður felagsøki, ítróttarøki, fyrilestrarstova, fjølsalur, skiftingarrúm og tøkni. Á 2. verður somuleiðis felagsøki, tað verður verkstaður fyri metalviðgerð, og verkstaður til træ, tað verður bókasavn, floksrúm, lærarafyrireiking, námsfrøðiligur verkstaður og somuleiðis eitt tøknirúm. 

 

 

Á 3. hædd verður felagsøki, floksrúm/verkstova til metal. Tað verður verkstaðarvørður/KT hjálp, køkur/matstova, floksrúm, lærarafyrireiking, terassa, tøknirúm og ves. Á 4. hædd verður somuleiðis felagsøki, hølir til tónlista frálæru, til myndlist/formlist, til fyrisiting, skrivstovu og móttøku. Har verður lærarastova, lærarafyrireikingar rúm, inngongd/terassa, floksrúm og ves. 

 

 

Á 5. hædd verður somuleiðis felagsøki, hárfríðkan, klædnaástøði, ves, lærarafyrireiking og terassa. Og á 6. hædd verður felagsøki, alisfrøði/evnafrøði/lívfrøði, miðlasavn. Tað verður byggitøki/handilslæra, floksrúm, lærarafyrireiking, náttúrufak/floksrúm og terassa.