Tað var eingin minni enn heimskenda MØ, ið endaði hóskvøldið á ársins G! festivali og hettar gjørdi hon við einum ordans brakið av einari konsert. Sandurin var á tremur við áhoyrarum, ið høvdu leita sær til Gøtir at hoyra MØ framføra løg sum ”Final Song” og ”Nights With You”.
Ikki kann sigast minni enn, at MØ rakk heilt út um pallin – eisini bókstavuliga.
Undir næsta sanginum trein hon av pallinum, heilt út til áskoðarafjøldina.
Sí fleiri myndir frá framførsluni her :