Nú kl. 20.15 var fyrsta bríkslið í Vesturbýnum í Reykjavík, har KR hevur vitjan av Keflavík. Undan dystarbyrjan var greitt, at føroyski landsliðsspælarin, Símun Samuelsen, ikki er millum teir fyrstu ellivu hjá Keflavík. Hann situr smáskaddur á beinkinum, men hann er ikki meiri darvaður enn so, enn at tað er møguleiki fyri, at hann kann verða skiftur inn seinni.
Í landsdystinum ímóti Serbia mikukvøldið varð Símun longu í 1. hálvleiki skaddur í fótinum. Hann var tó ikki meiri skaddur enn at hann var á vøllinum tað mesta av tíðini.










