Sólviðgerð er sami ágangur á fólkaheilsuna sum royking

Tað besta hevði verið at tað var heilt forboðið at keypa sær sólviðgerðir, siga bæði Landslæknin og formaðurin í Fyribyrgingarráðnum

Fyribyrging: Solarium er ágangur ímóti fólkaheilsuna, akkurát sum tubbakk er tað.


Tað sigur okkara fremsti heilsufakligi myndugleiki, Høgni Debes Joensen, landslækni og Pál Weihe, leiðari á deildini fyri Arbeiðs- og almannaheilsu og formaður í Fyribyrgingarráðnum.

Teir mæla til, at tað verður forboðið at ung, sum eru undir 18 ár og sum sostatt ikki eru myndug, sleppa at keypa sær sólviðgerð.

Men teir dylgja ikki fyri, at tað besta hevði verið, at tað var ólógligt at keypa sólviðgerðir yvirhøvur.


Samstundis hevur bólkurin, sum handaði landsstýrinum eina krabbameinsætlan í fjør, mælt til at gera tað ólógligt hjá ómyndigum at keypa sær sól. 


Sostatt má staðfestast, at ætlanin hjá landsstýrismanninum at gera tað forboðið hjá ungum at keypa sær sól, sum vit greiða frá í hinari greinini, fult í samsvari við tey heilsufakligu tilmælini.

Teir báðir siga at vit hava leingi vitað, at samband er ímillum húðkrabba og sólarljós, serliga tann serliga vandamikla móðurmerkjakrabban.


- Tað er greitt samband ímillum títtleikan av móðurmerkjakrabba og hvussu nógvari  sól, húðin hevur verið fyri, serliga hjá fólki, sum hava ljósa húð ella eru reyðhærd.


Landslæknin og formaðurin í Fyribyrgarráðnum vísa á, at títtleikin av húðkrabba er munandi øktur síðstu árinim frá 16 tilburðum í 1995 til 52 tilburðir í 2005. Eisini títtleikin tí tí vandamikla húðkrabbanum er nógv øktur, frá einum ella tveimum tilburðum um árið í 1995 til 10 tilburðir í 2004 og 15 tilburðir í 2005.


Teir ivast ikki í, at ein orsøki til hetta eru teir batnand møguleikarnir at ferðast suður heitari lond og møguleikin at keypa sær sólviðgerðir.


Tí eiga vit at minka um árini, sum ultraviolett ljós frá sólini hevur á okkum og her eru sólmiðstøðirnar ein ógvuliga ítøkilig kelda, leggja teir afturat.


Les eisini greinina: Vil banna ungum at keypa sær sólviðgerð