Orkukanningin, sum Umhvørvisstovan læt landsstýriskvinnuni í orkumálum, Sirið Stenberg, í august 2018, er gott undirstøði at byggja á, tá næstu stigini skulu takast fram ímóti 100 prosent varandi orku á landi í Føroyum í 2030, stendur í ársfrágreiðingini hjá SEV.
Niðurstøðan er í stuttum, at vindorka og sólorka eiga at byggjast út næstu árini, og um nøkur ár er millum annað skilagott at byggja pumpuskipan í Vestmannaøkinum. Útbyggingarnar við vindmyllum, battarískipan og pumpuskipan í Suðuroynni, sum longu eru settar á breddan, verða eisini umrøddar í kanningini sum skilagóð stig at taka beinanvegin.
Íløgurnar eru settar til 400 milliónir krónur um árið frá 2016 at rokna – vaksandi til 650-700 milliónir krónur um árið í 2030. Úrslitini vísa eisini, at orkuprísurin frá 2016 fram ímóti 2020 hækkar eitt sindur, men longu í 2024 lækkar orkuprísurin aftur niður um orkuprísin í 2016, og prísurin heldur fram at lækka spakuliga fram ímóti 2030.
Kanningararbeiðið
Kanningin tekur støði í tøkniligu møguleikunum, og hvussu tað búskaparliga best loysir seg at byggja út føroysku orkuskipanina . Kanningin nevnist “Energilagring på Færøerne 2018”, og hon er gjørd í samstarvi millum Orku á Umhvørvisstovuni, SEV og Dansk Energi, umframt at ráðgevandi fyritøkurnar Ea Energy Analyses og Norconsult hava gjørt simuleringar og greiningar í fleiri umførum.
Í greiningunum er arbeitt við varandi orkukeldum, orkugoymslum, støðufestinum í elskipanini, búskaparligum útrokningum, tøkniligum avbjóðingum og elorkutørvinum – íroknað orkuskiftið frá olju til varandi orku innan ferðslu, flutning og upphiting næstu árini. Øll hesi viðurskifti skulu verða í einum samspæli á vegnum fram ímóti málinum at gera Føroyar 100 prosent grønar á landi í 2030, og tí var tørvur á einari neyvari kanning at grunda næstu ítøkiligu stigini á grønu kósini á.
Royndir við vindmyllum
– Fýra ár eru farin, síðani vit settu seinastu vindmyllurnar upp í Húsahaga, sum hava eina battarískipan knýtta at sær, ið javnar elframleiðsluna úr vindi út á netið. Við battaríunum gagnnýta vit størri part av óstøðugu vindorkuni, greiðir John Zachariassen, nevndarformaður í SEV, frá.
Hann sigur, at hesi fýra árini eru nógvar virðismiklar royndir og áhugaverd kanningarúrslit fingin til vega at byggja víðari á. Tað er kortini ein fortreyt, at kjarnuveitingarnar í elskipanini liggja trygt í einari samlaðari eind, har vatnorkan og oljuverkini eru sjálvur bulurin í elskipanin tey fyrstu árini.
Grønari Føroyar
So hvørt fleiri grønar orkukeldur verða bygdar inn í skipanina, verða vatnorkan og pumpuskipan bulurin í skipanini, og tá verður oljan tiltakstrygd, tí Føroyar hava einki kaðalsamband við umheimin.
– Grønu útbyggingarnar eru góðar fyri umhvørvið, og tær kunnu smitta av sær á aðrar vinnugreinar sum til dømis fiskivinnuna, laksavinnuna og ferðavinnuna, ið harvið kunnu selja sínar vørur og tænastur úr einum reinum og grønum umhvørvi. Harumframt eru útbyggingar við grønum orkukeldum eisini bíligari, tí tær eru ikki so rakstrartungar sum oljuriknu verkini, og sostatt hava vit sum samfelag alt at vinna, sigur John Zachariassen, nevndarformaður í SEV.