Beint eftir døgurða í gjár fekk Politistøðin í Havn eina fráboðan frá einum manni, ið hevði rent á ein seyð.
Hetta var í roynd og veru hent kvøldið fyri í Vágum. Maðurin rendi á seyðin, men tá hann fór út at hyggja eftir seyðinum, sá hann ongan, hevur hann upplýst fyri vakthavandi á Politistøðini.
Í gjár var hann so farin somu leið aftur í dagsljósi, og sá tá tann deyða seyðin liggja við vegjaðaran. Hann gjørdi tá og sum eisini beinast er at boða frá tilburðinum.
Sagt verður, at tað eru alt ov mangir bilførarar ið ikki boða frá, tá teir renna á ein seyð, helt tí teir óttast fyri einum stórum endurgjaldskravi.
Men tá hetta verður gjørt á rættan hátt, er tað tryggingin sum tekur við, soleiðis at bóndin fær endurgjald fyri tann mista seyðin.
- Verður hinvegin ikki boðað frá, fær bóndin einki endurgjald, sigur vakthavandi.