Søguligur fólksins sigur

Hóast forboð gingu túsundtals libanar mótmælisgongu í gørunum í Beirut, og endin var eisini, at stjórnin legði frá sær.

Fagnaðurin á Pínslarváttartorginum í Beirut mundi ongan enda fingið, tá tað frætist, at Omar Karimi, forsætisráðharri, hevði boðað tjóðartinginum frá, at hann og stjórnin høvdu gjørt av at leggja frá sær. Fráboðanin bleiv send beinleiðis í sjónvarpinum.

Mótmælissigurin var søguligur - ikki bara í Libanon, men í Miðeystri sum heild, siga eygleiðarar. Mánakvøldið hevði andstøðan lagt eitt uppskot um misálit á stjórnina fyri tjóðartingið, men alt bendi á, at stjórnin fór at vinna. Tí kom tað sera óvart á bæði tingmenn og libanar sum heild, at forsætisráðharrin tók málið í egnar hendur og legði frá sær.

Sjálvt um avgerðin hjá Karimi, forsætisráðharra, var í samsvari við krøvini hjá mótmælisfólkunum, so eru tey ikki komin á mál enn. Tí tað veruliga málið er at fáa Sýrialand at taka sínar 14.000 hermenn úr Libanon. Tað stríðið heldur fram, og í gjár kunngjørdi tann politiska andstøðan, at mótmælisgongurnar fara at halda fram, til málið er rokkið.

Ófriðurin í Libanon tók seg upp, tá fyrrverandi forsætisráðharrin Rafik Hariri bleiv myrdur í einari bumbuatsókn fyri fjúrtan døgum síðani. Libanar vilja vera við, at tað var sýriska fregnartænastan, sum myrdi hann, men tað hevur sýriska stjórnin avsannað.