Tað fer nú at líða at tveimum árum hjá hesum landsstýrinum. Uttan at fara niður í smálutir, altíð er okkurt at finnast at, treyðugt so, og leggjast má heldur ikki ov nógv fyri, eigur tað stóra tøkk uppiborna bæði fyri tað, tað hevur gjørt í dagligum politikki, sum mest snýr seg um nútíðina, og tað megnar arbeiði, tað hevur gjørt á stjórnmálaøkinum. Tú kanst kanska siga, at heimastýrislógin so dánt kundi brúkast fyri 25 árum síðani, tí okkara umheimur tá var bara Danmørk, men við tí við ferð vaksandi alheimsgerðini, og at Danmark nú hevur mist so stórt vald á egnum øki til ES, ger tað alneyðugt at fáa skipað viðurskifti við Danmark, evsta vald. (Sjálvur havi eg altíð, og vil altíð stremba eftir, at Føroyar verða ein republik. Um tann vanlukkan fyri okkum skuldi hent, at andstøðan vinnur, verður arbeitt víðari við hesum máli).
Eins og øll minnast Sjálvstýrislandsstýrið, verða tit minst, hóast tit og tað eru ósambarulig. Tit fevna um so ótrúliga nógv meira enn tað.
Einki landsstýri hevur fingið so ómilda viðferð, her hugsi eg ikki um andstøðuflokkarnar, teir hava bara roynt at jolla aftaná. Er tað meir enn hálvt ár síðan at javnaðarflokkurin kom við sínum uppskoti, og longu nú kennist tað gamalt. Tað ótrúliga er hent, at sambandsflokkurin eisini hevur flutt seg, ja, kanska lagt javnaðarflokkin aftur um bak. Alt hetta er landsstýrinum fyri at takka. Eitt ótal av gomlum spurningum og svarum og hugtøkum eru løgd aftur um bak. Tað klárnar alt meira og meira fyri fleir og fleir. Nøkur gomul hugtøk ella rættari brigsl síggjast og hoyrast enn, t.d. »at Karsten Hansen, sum er danskt løntur tænastumaður, kann loyva sær?« Hetta hevur verið lagið, men tað mennir ongan demokratiskan hugburð, tvørtur ímóti.
Alt møguligt sum ómøguligt úr dagsins málum hevur verið sett í samband við »Fullveldismálið« ? »Hetta eru tey, ið skulu taka fullveldi«, »Hatta verður gjørt bara fyri at tey skulu fáa fullveldi«, »Eru tað hesi, sum skulu stýra í einum fullveldi?« »Skulu vit hava fullveldi, so mugu vit bæði hetta og hatta, t.d. spara« (skulu vit ikki altíð spara?).
Hugburðurin, sum liggur aftanfyri, er, at bara vit eru saman við dønum, so tørvar okkum einki at gera, tað orna danir fyri okkum. Hetta prátið sigur mær meira enn nakað annað, at vit skjótast mugu fáa skipað viðurskifti við danir. Púrasta gloymdur er 6. okt. 1992. Og fólk hava ikki varnast ella lata sum um tey ikki vita tað, at veldugar broytingar eru farnar fram í danska samfelagnum og hugsanini um samfelagið. EIsini teir tosa um niðurslitið heilsu- og skúlaverk. Posthús niðurløgd í túsundatali. Post Danmark skal kanska eigast av fronskum felagi o.s.fr. Ymiskt sum fólk vilja hava annarleiðis, svara danskir politikarar ofta við at vísa til ES fyriskipanir. Tað er stóra punktummið. Privatiseringin er ikki tálmað undir Nyrup, tvørtur ímóti. At formaður javnaðarfloksins í Føroyum, sum enntá er fólkatingsmaður, tosar sum um at hesin veruleikin ikki var til, er ótrúligt. Fyri ikki at brúka sterkari orð.
Hetta landsstýrið fór sera væl fyrireikað at samráðast, men hondina á hjartað, hvør hevði væntað eina tílíka mótstøðu (sterk orð hava verið brúkt um hana av sera ymsum fólkum). Føroyingar vóru bláoygdir. Teir vóru dulir og blindir. Teir vildu ikki síggja veruleikan í eyguni. Er tað nakar føroyingur, sum nú ivast í, at »Hin føroyski javnaðarflokkurin« visti meira enn vanligi veljarin. Dømini eru fleiri. Hin etniska útrokningin var stórtíðindi allastaðni. Dimmalætting skrivaði við stórum stavum á forsíðuni: »Kalla etniska útrokning skammleysa og órímiliga«. Blaðið hjá »Hinum føroyska javnaðarflokkinum« tagdi stórtíðindini burtur. Høvdu teir hoyrt tey fyrr? Áðrenn fundin førdu teir seg fram við, at teir høvdu ein »realistiskan politikk«. Realisman var, sóu vit nú, ikki at føra nakað fram, sum kom tvørt fyri tey donsku áhugamálini. Og so verður aftur full drøn sett á at fáa føroyingar at tiga og takka fyri tað, danir vilja geva okkum.
Tit, samgonguflokkarnir og landsstýrið, arbeiða við einum stórmáli, meira enn hundrað ára gamalt, sum ber av øllum. Slakið ikki, viknið ei heldur. Fleiri og fleiri koma í tykkara part. Komandi ættarlið vilja takka tykkum.
Steinbjørn B. Jacobsen