Søguligt klaver selt á uppboði

Tað kenda klaverið frá filminum Casablanca, sum Humprey Bogart og Ingrid Bergman høvdu høvuðsleiklutirnar í, varð selt á uppboði hjá Sotheby's í New York í gjárkvøldið.

Áhugin var stórur, og tá hamarin fall, var klaverið selt fyri 600.000 dollarar. Frammanundan átti ein japani tað søguliga klaverið.

Tað eru 70 ár, síðani Casablanca bleiv frumsýndur, og klaverið hevur ein týðandi lut, tá Rick Blaine minnist tíðina í París saman við Ilsa Lund, og og klaverspælarin Sam spælir undir til lagið As Time Goes By.