Síggja ikki milt uppá eykajáttanir

Tað skulu serliga góðar grundgevingar fyri at lata eykajáttanir, sigur Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini

Strandferðslan

? Vit síggja ikki serliga milt upp á eykajáttanir.
Óli Breckmann, formaður í fíggjarnevndini, er alt annað enn fegin um at lata Strandferðsluni eykajáttan.
Serliga til vanligan rakstur, sum tað her er talan um, er formaðurin í fíggjarnevndini trekur at lata eykajáttan.
? Og skulu eykajáttanir latast til rakstur, skulu sparingar helst finnast onkra aðrastaðni so at samlaðu útreiðslurnar á fíggjarlógini ikki hækkað, sigur Óli Breckmann.
Nú vísir Strandferslan á, at hon hevur roynt at spart, men at samgongan tók avgerð um at taka sparitiltøkini aftur. Eiga tit so ikki at taka avleiðingarnar av tí?
? Tað er als ikki vist. Spurningurin er um vit ikki kunnu áleggja Strandferðsluni at seta sparingar í verk onkra aðrastaðni.
? Men hinvegin mugu vit siga, at politiski viljin hevur gjørt, at Strandferðslan kundi ikki seta ætlaðar sparingar í verk og so mugu vit finna orsøkirnar til tað. Meirilutin í Løgtinginum hevur álagt Strandferðsluni at hava eitt virksemi sum ger, at játtanin ikki kann halda og kanska játtar sami meirluti henni eisini eina aðra eykajáttan, ella kanska verður álagt stovninum at finna sparingar.

Løgið
Óli Breckmann leggur afturat, at Strandferðslan hevur ein umsetning uppá einar 160 milliónir og tað skal vera undarligt, ber tað ikki til at laga raksturin soleiðis at fýra milliónir kunnu sparast burturav so stórari upphædd.
Formaðurin í fíggjarnevndini sigur, at ein orsøk til at tað ikki er lætt hjá almennum stovnum er kanska tí, at Løgtingið mangan hevur tvær dagsskráir.
? Øðrumegin ásetir Løgtingið Strandferðsluni eina upphædd, men tá ið so tænastustøðið, sum fæst burturúr játtanini, ikki samsvarar við tað, sum løgtingið krevur, so eru áhugamálini mótstríðandi og so verða eykajáttanir lætnar.
?Fólk vilja fegin hava lægri útreiðslur, men tá ið so sparingar raka teirra serligu áhugamál, antin tí at lokalpolitikkur tekur seg upp, ella tí at onkur arbeiðir hjá Strandferðsluni og so verður givið eftir.
Óli Breckmann sigur, at fyrenn politikarar vísa neyðuga støðufesti, koma vit ikki hesum til lívs.
Hann sigur, at nú tekin eru um, at búskaparliga framgongdin er í minking, er tað serliga umráðandi at halda tátt.
? Tað kann heldur ikki vera rætt, at hallið hjá Strandferðsluni veksur so hvørt sum uppgávurnar minkað tí at leiðir verða niðurlagdar og tí mugu vit fáa eina góða frágreiðing frá Strandferðsluni um, hví tað ikki ber til at halda játtanina.
Eins og Tórbjørn Jacobsen, nevnir Óli Breckmann eisini møguleikan at privatisera lastbilarnar.