Søgan um Páll: Rættartrygdin hjá borgarunum í fríum falli

Óli Jacobsen

Tann, sum fylgir tað allarminsta við, veit, at føroyski borgarin verður meira og meira rættarleysur og er víst á hetta í nógvum greinum í FF-blaðnum, sum finnast á okkara heimasíðu, HYPERLINK www.fiskimannafelag.fo www.fiskimannafelag.fo har eisini henda grein verður løgd inn..
Rættartilvitanin í politisku og almennu politisku skipanini versnar so líðandi. Afturat hesum kemur, at tað finst eingin politikkur viðvíkjandi rættartrygd. Tað finnast ongar skipaðar mannagongdir fyri hvussu mál skulu avgreiðast, og øll sum hava makt, gera stórt sæð, sum tey vilja, uttan at nakar setur nakað upp á pláss.
Tískil er borgarin á "herrens mark", sum tað eitur.

Søgan um Páll
Tað seinasta dømi um hetta er søgan um Páll. 19. oktober komandi kundi hann havt 25 ára starvsdag sum lærari á Maskinmeistaraskúlanum, ella sum tað nú eitur Vinnuháskúlanum.
Tá plaga menn at verða heiðraðir fyri trúfesti í arbeiðinum. Men hetta ætlar stjórin ikki skal henda. Hann vil varpa Páll út av skúlanum longu 1. oktober nærum sum ein brotsmann. Orsøkin skal vera illoyalitetur móti arbeiðsplássi og starvsfelaga.
Hendan metingin av Pàll er beint mótsett av tí skoðsmáli, sum fyrrverandi stjóri á Maskinmeistaraskúlanum Magnus Simonsen gevur Páll, sum hann hevur samstarvað við í mong ár og eisini hevur havt sum næming.

Magnus sigur í samband við aktuella málið:
Loyvi mær eisini at siga, at eg eri so skelkaður, sum nakað menniskja kann blíva tað, av tí viðferð, sum Páll hevur fingið. Eg var stjóri hjá Páll alla tíð, meðan eg var á skúlanum. Skúlin (skúlastjórin og lærararnir) kendi altíð ein tryggleika at líta Páll uppgávur upp í hendur, tí hann hevur roynst at vera ein álítandi trúfastur maður, sum er dúgligur til altíð at gera tað, hann verður biðin um. Hansara partur hevur ongantíð ligið eftir, tá tað hevur verið talan um at menna skúlan. Tá hann nú við sínum likamliga veikleika verður soleiðis viðfarin, sum skjótt alt Føroya fólk veit um, tá má eg siga, at eg eri skelkaður inn at sálini. Góðu tit, sum hava ábyrgd og avgerðarrætt: Biðið Páll um treytaleysa umbering fyri ta viðferð, tit hava givið honum, eftir at hann í skjótt 25 ár í trúfesti hevur tænt Maskinmeistaraskúlanum

Sjálvur kenni eg nógv fólk, sum hava verið knýtt at skúlanum, og sum geva Páll sama ummæli.

Tað er kanska leiðsluni, tað er galið við!
Spurningurin er so, hvussu tað kann bera til, at ein lærari, sum fær eitt slíkt ummæli frá fyrrverandi stjóra, sum hann hevur arbeitt saman við í 16 ár, nú skal blakast út av sínum arbeiðsplássi í vanæru.
Tað er eingin ivi um, at hetta hevur samband við nýggju leiðsluni á skúlanum, sum tók við fyri tveimum árum síðani.
Sum tað skilst, er hon fullkomiliga blottað fyri samstarvs- og leiðslueginleikar, sum tað eisini er komið fram í bløðunum. Hetta skapar í sær sjálvum ótryggleika á skúlanum. Men tað mest ódámliga er, at hjá hesi leiðslu finst eingin feril av menniskjansligum atliti.
Páll er komin fyri teirri vanlagnu at vera sjúkur í eygunum. Hetta hevur ført til longri sjúkralegur og fráverur.
Fyri at verja restina av sjónini ráddi læknin honum til at biðja um at sleppa at arbeiða niðursetta tíð. Einhvør leiðsla á einum arbeiðsplássi vildi staðið á høvdinum fyri at gingið einum slíkum ynski á møti í stundini. Bæði av menniskjansligum orsøkum, men eisini tí, at hetta vildi verið í samsvar við einhvønn starvsfólkapolitikk. Hjá tí almenna skuldi hetta eisini verið í samsvar við politikk fyri fólk við skerdum førleika. Tað er eisini váttað frá fleiri síðum, at henda umbøn væl hevði kunnað verið játtað uttan hetta skapti trupulleikar fyri skúlan.
Men eitt slíkt menniskjansligt atlit avvísti leiðslan á Vinnuháskúlanum at vísa. Hon royndi sum longst at nokta fyri hesi umbøn, og tá hon meira ella minni varð kroyst til tess, fekk Páll hetta aftur í aðrari smáligheit, sum hann annars hevði notið ríkiligt av frammanundan.
Páll hevur tann eginleika, at hann sigur sína hugsan, og hetta er tað ringasta ein kann gera í hesum landinum, og sum tað skilst ikki minst á Vinnuháskúlanum. Páll heldur, at somu reglur skulu galda fyri øll starvsfólk, og hetta er grundin til tað innlit, sum hann hevur biðið um fyri at fáa greiðu á mannagongdini við eftirútbúgving av lærarum.
Tað tykist greitt, at tá hetta er komið so vítt, er tað eisini ein avleiðing av "vi alene vide" leiðsluhugburðinum á skúlanum. Har fólk kenna seg vird á sínum arbeiðsplássi, hevði hetta neyvan verið hent.

Jógvan hevur ábyrgdina
Sum tað skilst hevur stjórin bert bíðað eftir einum páskoti fyri at sleppa av við Páll. Eitt páskot, sum tað vísir seg nú einki at vera vert samb. landsstýrimanninum.
Tað er kortini eingin ivi um, at tað er Jógvan á Lakjuni, ið sum landsstýrismaður hevur evstu ábyrgdina av, hvat ið hendir við Páll. Tað er hann, sum hevur sett stjóran við hansara leiðsluhugburði, sum ikki kann hava verið ókendur fyri landsstýrismannin.
Vit eru fleiri sum fylgja við, hvat ið fer at henda á hesum máli, har umdømið og autoriteturin hjá landsstýrismanninum stendur upp á spæl.
Men vit sum kenna Jógvan hava framvegis tað álit á honum, at hetta mál ikki kemur so vítt, sum tað liggur í kortunum í løtuni.
Umdømið hjá Vinnuháskúlanum stendur eisini uppá spæl.
Men hetta verður eisini ein falliterklering fyri ta leiðslu á Vinnuháskúlanum, sum ikki kann takla eitt starvsfólkamál á øðrvísi hátt enn tað er sett út í kortið.
Um tað eydnast stjóranum at blaka ein av teimum mest royndu og best umtóktu lærarunum út á hesum grundarlagnum, vil hetta vera fullkomiliga oyðileggjandi fyri umdømi skúlans. Tað er nóg illa farið sum er. Men hendir hetta, vendist ikki aftur.
Hetta skulu sovæl stjóri sum landsstýrismaðurin verða greiðir yvir!