Fylgisveinar hjá USA og londum í vesturheiminum kunnu gerast lóglig mál hjá Russlandi, um teir verða nýttir í sambandi við kríggið í Ukraina.
Tað sigur høgur embætismaður í russiska uttanríkisráðnum við ST.
Tað er altso ein hóttan um at skjóta fylgisveinar niður.
Konstantin Vorontsov er næstkommanderandi í russiska ráðnum fyri ikkisepnning og kjarnorkuvápn og vápnaeftirlit. Hann sigur við avdubbingarnevndina hjá EST, at USA og tess sameindu royna at brúka rúmdina til at økja yvirræðið hjá vesturheiminum.
Í eini røðu, sum hann lesur hart úr einum pappíri, sigur hann, at nýtslan av fylgisveinum hjá vesturheimin til fyrimuns fyri krígsstøðuna hjá Ukraina er »ein ekstremt vandamikil trendur«.
– Hálvsivilt undirstøðukervi kann gerast lógligt mál fyri hevndarálop, sigur hann.
Vorontsov sigur upplýsigar frá fylgisveinum til Ukraina vera »provokerandi«.
Russar vóru í 1957 teir fyrstu at senda ein fylgisvein, Sputnik 1. Og táverandi Sovjetsamveldi sendi í 1961 fyrsta menniskja í rúmdina.
Landið hevur síðani havt nógvan serkunnleika í Rúmdini. Landi skeyt í 2021 ein av sínum egnu fylgisveinum niður við einum missili.
Undir krígnum í Ukraina hevur eitt nú amerikanska felagið, Maxar Technologies, leysgivið nógvar myndir, sum vísa, hvussu kríggið gongur á jørðini.
Men Vorontsov nevni ikki ítøkiliga navnið á fylgisveinafeløgunum.
Tesla-mennarin Elon Musk upplýsti fyrr í mánaðinum, at fylgisveinar hansara, Starlink, framhaldandi fer at veita internet til Ukraina.
/ritzau/Reuters