Russisku valmyndugleikarnir hava játtað, at landið næsta ár kann halda forsetaval í hersettum pørtum av Ukraina.
Tað sigur russiska valnevndin sambært tíðindastovuni Interfax. TAð skrivar dpa.
Talan er um økini Kherson, Donetsk, Luhansk og Zaporizjzja, sum Russland sigur seg hava tikið, hóast landið ikki hevur fullkomið hernaðarligt tamarhald á teimum.
Innlimanin varð framd eftir fólkaatkvøður, sum vesturheimurin fordømdi.
Avgerðin um at halda val í økjunum er tikin eftir samrøður við herin og fregnartænastuna.
Lokalu umsitingarnar, sum russiska stjórnin hevur sett, eru eisini tiknar upp á ráð, upplýsir valnevndin sambært dpa.
Russiska stjórnin hevur í løtuni lýst hernaðarliga undantakststøðu í pørtum av teimum fýra landspørtunum, sum eru undir russiskum eftirlitið.
Russland hevur sett 17. mars sum dagin fyri forsetavalinum næsta ár.
Vladimir Putin forseti hevur váttað, at hann stillar uppaftur, harvið fær hann møguleikan fyri at sita við valdið til í minsta lagi 2030.
Valið verður frammanundan spátt at verða einsíðugt. Stjórnin hjá Putin ehvur undir krígnum strammað enn meira um politisk mótstøðufólk.
Avgerðin í dag varð væntað. Teir fýra landspartarnir hava fyrr í 2023 luttikið í russiskum økisvalum.
/ritzau/