Eftir ógvusliga iranska álopið á Ísrael herfyri, soleiðis sum myndin omanfyri vísir, hevur verið stúrt fyri, hvat svarið hjá Ísrael verður.
Ísrael hevur nevniliga hótt við, at iranska álopið skal hevnast - tó uttan at siga, hvørjar ætlaninar í hesum sambandi eru.
Nú ávarar russiska uttanríkisráðið Ísrael ímóti at leypa á kjarnorkuvápnini hjá Iran.
Tað er russiska tíðindastovan Tass, sum ber hesi tíðindi í dag, og tað er Reuters, sum endurgevur Tass fyri hesar útsagnir.
Flyta vit okkum til støðuna í Gazageiranum í morgun, har Ísrael roynir at beina fyri Hamas, verður sagt, at fleiri fólk hava latið lív í ísraelskum álopi.
Palestinsku myndugleikarnir í Gazageiranum siga sambært Reuters, at 19 fólk hava latið lív, og mong eru særd.
Sagt verður, at ísraelsku álopini hesaferð vóru vend móti einum skúla í Jabalia í Gazageiranum.
##med2##
Tað er ikki ókent, vita fleiri útlendskir tíðindamiðlar at siga, at Hamas brúkar sivilfólk sum skjøldur, eitt nú flóttafólkalegur, sjúkrahús og skúlar.
##med3##