Sambært ukrainskum myndugleikum í morgun, leyp Russland á Ukraina í nátt við 219 dronum og 24 ballistiskum rakettum.
Tað veit Reuters at siga frá ukrainskum keldum.
Sagt verður, at næstan 2600 bústaðir í ukrainska høvuðsstaðnum, Kyiv, hava mist el-veitingina í russisku álopunum í nátt.
Hetta skrivar borgarstjórin í býnum, Vitalij Klitsjko, á boðtænastuni, Telegram.
- Fólk eru í holt við at fáa streym og hita aftur í hesar bústaðir, leggur borgarstjórin aftrat.
Tá streymveitingin fer í Ukraina, fer eisini hitin og vatnið. Veturin hevur higartil verið ein tann kaldasti í fleiri ár.










