Russar hava í nátt lopið á eitt orkuverk í ukrainska svartahavsbýnum, Odessa, og sambært ukrainska orkufelagnum, DTEK, hevur verið fingið skaðar.
Tað skrivar DTEK á boðtænastuni, Telegram. Lagt verður aftrat, at oyðileggingarnar eru stórar, og at tað fer at taka langa tíð at seta verkið í stand aftur.
Reuters veit at siga, at nú verður arbeitt við at fáa streymveitingina til tey týdningarmestu støðini í økinum at koyra aftur.
Fyrr í nátt frættist, at russar eisini lupu á ukrainska høvuðsstaðin, Kyiv, við ballistiskum rakettum.
Hetta upplýsti borgarstjórin í høvuðsstaðnum, Vitalij Klitsjko, á boðtænastuni, Telegram.
- Haldið tykkum í bumbuskýlunum, varð áheitanin hjá borgarstjóranum í nátt.
Leiðarin fyri hernaðarumsitingini í Kyiv-økinum, Tymur Tkatsjenko, upplýsti á Telegram í nátt, at russisku álopini vóru vend móti Darnytskyi-økinum.










