Rundaði milliónina á keiini í Esbjerg

Champagnuproppurin sprakk, tá 19 ára gamli bilurin hjá danska sølumanninum Knud Thomsen, ið seinastu mongu árini hevur vitjað Føroyar, hevði koyrt eina millión kilometrar.

- Einaferð segði eg, at vit helst fóru í grøvina saman. Men so galið vóni eg kortini ikki, at tað gongur.
58 ára gamli Knud Thomsen, sølumaður hjá donsku fyritøkuni P. Conradsen, ið seinastu mongu árini hevur vitjað Føroyar tvær ferðir árliga, tosar um bilin hjá sær. Ein Mercedes 300 diesel frá 1985.
5. februar, á keiini í Esbjerg, rundaði bilur hansara eina millión kilometrar.
- Eg hevði frammanundan gjørt av, at tá teljarin skifti frá 999.999 km. til einans nullir, skuldi eg doypa hann í champagne ? óansæð hvar eg so var staddur, greiðir Knud Thomsen frá.
So tá sølumaðurin fór heimanifrá í Fredreikshavn henda morgun, har hann fyrst skuldi vitja viðskiftafólk í Hvide Sande og síðan Esbjerg, var champagnefløskan við.
Av berari tilvild hevði viðskiftafólkið hjá honum í Esbjerg júst keypt sær eitt digitalt myndatól, og hesin tók myndirnar av Knud Thomsen, ið doypti bilin í champagnu.

Sum við menniskjum
Spurdur, hvørji góð ráð hann hevur til onnur, ið vilja hava nógvar kilometrar úr bili sínum, sigur Knud Thomsen skemtiliga:
- Tað er sum við menniskjum, fer tú væl við teimum, so halda tey leingi.
Danski sølumaðurin sigur seg ikki hava havt stórvegis útreiðslur av bili sínum. Einans smærri viðlíkahald.Til dømis varð fjórða útstoytið sett undir bilin herfyri.
Knud Thomsen hevur havt Mercedes bilin í 14 ár. Áðrenn hevði hann verið hýruvognur við 259.000 kilometrum á baki.
Sølumaðurin hevur roknað út, at samanlagt hevur hann nýtt átta arbeiðsár í bilinum. Hann koyrir kring alt Danmark og eisini í hinum Norðurlondunum, og tí gerast kilometrarnir nógvir. Men tá hann vitjar Føroyar stendur bilurin eftir við hús í Frederikshavn.
Hóast aldurin á bilinum og ikki minst mongu kilometrarnar hevur Knud Thomsen ongar ætlanir um at lata bilin frá sær.