Mark Joensen, fyrireikari av Ársins Songrødd sigur, at bert útvaldir persónar sleppa at leiga seg inn í høli í Tórshavnar Kommunu Nú Ársins Songrødd er farin av bakkastokki er greitt, at einki umfar verður í miðstaðarøkinum. Tað vil siga, at tey í miðstaðarøkinum, ið vilja royna seg í kappingini, mugu leita sær til Eysturoyarumfarið, um tey skulu hava møguleika fyri at gerast ársins songrødd 2009.
- Badmintonhøllin og Høllini á Hálsi hava í mong ár verið støð, har Ársins Songrødd kappingin hevur verið hildin, men tað sýnist seinnu árini, at tað bert hevur verið ávísir útvaldir persónar og feløg, sum eru sloppin framat at brúka Høllina á Hálsi til teirra áhugamál, sigur Mark Joensen við Planet.
Víðari sigur hann.
- Eg haldi, at fólk og serstakliga myndugleikarnir mugu skilja, at so leingi einki annað hóskandi høli er at húsa tílíkum tiltøkum í, so má eitt nú Høllin á Hálsi vera til taks, sum hon hóast alt hevur verið frammanundan. Tað fyriliggur mær vitandi eingin nágreinilig frágreiðing um hvør hevur rættindi at leiga Høllina á Hálsi, og hví bert ávísir persónar kunnu leiga hana. Tað hevur verið ein trupul uppgáva hjá okkum at fingið svar uppá, sigur hann.
Uppgávan hjá Kommununi
- Eitt eigur borgarstjórin í Havn at leggja sær í geyma, og tað er, at um tónleikurin fær góðar umstøður at virka undir, og fólk við innliti og royndum innan økið verða tikin uppá ráð, so vil tónleikurin eisini mennast hareftir. Tað er ikki undirvísing í kvøldskúlum ella Margarinfabrikkin sum virka sum lopfjøl fyri ungar tónleikarar. Tað er í kappingum sum Prix Føroyar, Ársins Songrødd og annað, sigur Mark Joensen