Arbeiðið við uppsjóvarvirkinum hjá Varðin Pelagic á Tvøroyri gongur sum ætlað.
Enn eru skiljibondini ikki klár, men fyrradagin varð ein av pakkilinjunum roynd, og alt riggaði, sum tað skuldi, skrivar Varðin á heimasíðuni. Hetta er tann parturin av virkinum, har fiskurin kemur eftir bondum, aftan á hann er skildur, og haðani hann verður fluttur til vektirnar og vigaður og so automatiskt pakkaður í plastposar.
Posarnir, sum fiskurin verður pakkaður í, áðrenn hann verður frystur í bakkum, eru lufttættir og hava ymsar litir, alt eftir hvør vøran er, skrivar felagið.