Royndi hópdráp

Í USA hevur eitt nevningating gjørt av, at nigeriski maðurin Umar Farouk Abdulmutallab skal ákærast fyri drápsroynd og hópdrápsroynd, tí hann royndi at spreingja eitt amerikanskt ferðamannaflogfar uppi yvir býnum Detroit jóladag.

Upprunaliga varð tann 23 ára gamli maðurin ákærdur fyri at hava roynt at spreingja flogfarið í luftina, men nevningatingið broytti ákæruna, so hon nú umfatar bæði drápsroynd og hópdrápsroynd.

Málið hevur fingið nógva umrøðu í USA, og Barack Obama, forseti, hevur kravt, at eftirlitið verður hert, so at tílíkt ikki skal henda aftur.