Samráðingarnar um nýggjan bussáttmála halda fram og í tí sambandi eru samráðingarpartarnir nú farnir av landinum at kanna og royndarkoyra bussarnar. Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd hjá býráðnum, sigur, at í dag eru partarnar í Danmark og royna nýggju bussarnir av merkinum SOR. Umboðini fyri Gundurs bussar á ferðini eru Gundur Johanneson, Jon Thomasen. Fyri Metek er Petur L. Hansen við á ferðini, fyri umsitingina hjá Tórshavnar kommunu eru Atli Simonsen, leiðari á verkstaðnum og Jóannes Jensen, leiðari á Plan- og rakstrardeildini, við, og fyri býráðið er Marin Katrina Frýdal, forkvinna í teknisku nevnd, við á ferðini.
SOR bussarnir verða gjørdir í Tjekkia, men øll undirgrindin frá frá Volvo. Bussarnir eru góðkendir bæði ES og í danska Ferðslustýrinum og hava hægstu umhvørvisgóðkenning.
Í ferðalagnum eru tey væl nøgd við bussarnar.
Tann nýggi sáttmálin um Bussleiðina fer at fevna um allar leiðirnar, umframt býarleiðirnar 1,2 og 3 og so verða bygdirnar Kaldbak, Kollafjørður, Velbastað og Kirkjubøur eisini knýttar uppí bussleiðina.
Sambært fyribils tíðarætlan, sum gjørd er, verður miðað eftir, at teir nýggju bussarnir eru at síggja á gøtunum í vár.
Á myndini síggjast Petur L. Hansen, Atli Simonsen, Jóannes Jensen, Jon Thomasen, Marin Katrina Frýdal og Gundur Johanneson