- Tað hevði best at allir teir politisku flokkarnir gjørdu tað í felag.
Tað heldur Høgni Hoydal, løgtingsmaður fyri Tjóðveldi.
Eisini hann var við í stóra tiltakinum hjá Miðlahúsinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið við tí endamáli at varpa ljós á fátækadømi í Føroyum.
Les eisini: Eg føldi eitt sindur av skomm
Hetta var ein partur av átakinum Miðlahúsið hevur skipað fyri undir heitinum, "Meðan vit bíða", og har endamálið er at savna pening til fátæk børn í Føroyum. Í tí sambandi varð eisini skipað fyri kjakfundi í Miðlahúsinum nakað síðani, har fleiri politiskir formenn nevndu møguleikan at hækka barnaískoyti til tey, sum vóru allarringast fyri.
Og tað er Høgni Hoydal sum samskipar arbeiðið at fáa eitt uppskot lagt fyri løgtingið um at hækka barnaískoytið, hjá teimum, sum eru allar ringast fyri.
Les eisini: Hetta fer at gleða nógv børn í Føroyum
Verður barnaískoytið hækka so at tað lyftir 500 tey fátækastu børnini í Føroyum upp um fátækamarkið, hevði tað kostað 9,2 milliónir krónur og roynt verður nú at snikka eitt uppskot til, og at finna fíggingina til endamálið.
Men av tí at freistin er farin, krevst, at 17 tinglimir skriva undir upp á, at málið kann leggjast fram og verða viðgjørt.
Les eisini: Keyp ein serligan málning og hjálp fátækum
Høgni Hoydal segði á tiltakinim í gjárkvøldið, at tey hava tosað við allar flokkar á løgtingið um at leggja uppskoti fram í felag, tí tað hevði verið tað besta.
Hann sigur, at í morgin, mánadagin, fæst greiði á um tað letur seg gera, men hann hevu góðar vónir um, at tað fer at eydnast.
Men letur tað seg ikki gera, krevst, at onkrir tinglimir í samgonguni skriva undir upp á, at málið kann leggjast fram, so at tað í hvussu so er kann fáa eina viðgerð í løgtinginum.
Les eisini: Tað hevur verið rørandi
- Vit hava vitað um fátækadømið, men higartil hava kanska ikki hugsað um, hvussu umfatandi tað er í veruleikanum, sigur Høgni Hoydal.
Men Høgni Hoydal vísir á, at hetta loysir ikki trupulleikan við fátækadømi í Føroyum.
- Hetta loysir bara trupulleikan hjá teimum, sum eru allar ringast fyri. Tí er eisini neyðugt við øðrum átøkum, eitt nú at útvega bíligari íbúðir og at bera so í bandi, at fólk, serliga kvinnur, kunnu sleppa at arbeiða fulla tíð.
Løgtingsmaðurin fyri Tjóðveldi heldur avgjørt, at átøk, sum Í Menniskjum Góður Tokki og Meðan vit bíða, hava avgjørt sína ávirkan. Men hann heldur eisini, at tað krevst, at verulig átøk verða framd, tí vit kunnu slett ikki góðtaka, at børn liva í fátækadømi í Føroyum og ikki kunnu taka lut í tí vanliga samfelafgslívinum, tí tey hava ikki ráð til tað.
- Vit skulu vera undangonguland og hava tann hugburð, at fátækadømi skal ikki vera í Føroyum.
Hann heldur tí, at sum støðan er, er tað neyðugt við átøkum sum hesum at varpa ljós á trupulleikan. Men hann heldur, at í veruleikanum átti tað ikki at verið neyðugt við átøkum sum hesum fyri at vekja politiska myndugleikan, tí trupulleikin er lýstur í fólkateljingini, Manntali.
- Men vit eiga eisini at gera regluliga kanningar av, hvussu støðan er hjá ymsum samfelagsbólkum, sigur Høgni Hoydal.
Niðanfyri eru fleiri myndir frá tiltakinum í Norðurlandahúsinum í gjárkvøldið