Rottukríggj í Runavík

Fyri at seta rottufellu upp á røttum staði, er neyðugt at hava sera neyvar upplýsingar um, hvar rottan er sædd.

Í Runavíkar kommunu eru tey farin undir átak at minka um rottuna. Fólk, sum síggja rottu í kommununi, skulu siga frá við at ringja á eitt telefonnummar - ella tey kunnu skráseta hetta um heimasíðuna hjá kommununi - www.runavik.fo.

 

Runavíkar kommuna arbeiðir við at skráseta allar rottufellur, og higartil eru 271 fellur skrásettar. Eisini vera rottufráboðanir skrásettar, og síðan nýggja skrásetingarskipanin varð tikin í nýtslu í februar, hevur kommunan móttikð 43 fráboðanir.

 

- Um tú sær tekin um rottu, so sum rottuholur, rottulort ella at tað er gnagað í ruskposanum, eigur tú eisiin at boða frá. Hevur tú eina mynd av, hvar tú sá rottuna, er hetta stór hjálp fyri at vita, hvar fellan skal setast.

 

Í Runavíkar kommunu siga tey, at skal rottufellan setast upp á røttum staði, er neyðugt at hava sera neyvar upplýsingar um, hvar rottan er sædd, og tað er nógv, sum fólk kunnu gera sjálvi fyri at minka um rottuna. Víst verður á nakrar møguleikar, sum borgarar í kommununi kunnu taka til sín -

 

* Ansið eftir, at eingin matur er tøkur, har hønur, gæs ella seyður verður fóðrað

* Tryggja tær, at rottur ikki sleppa til ruskspannina

* Ikki blaka mat út til likkur og aðrar fuglar

* Ansið eftir, at steinseting í kjallara er tøtt og kanna eftir, at tað ikki eru opnar rennur frá kjallara.