Stutt undan hálvleikssteðginum í dystinum millum Manchester United og Reading í gjár, fekk enski landsliðsáleyparin hjá United, Wayne Rooney ein skaða í fótin. Verjuleikarin hjá Reading, Michael Duberry, skuldi verja fyri einum skoti frá Rooney, og ótilvitað rakti hann fótin hjá Rooney, sum small í vøllin. Rooney fekk spælt dystin til hálvleiks, men tá liðini komu inn aftur til seinna hálvleik, var eingin Wayne Rooney at síggja.
Eftir hendingina bleiv Rooney sendur beinleiðis til kanningar, og hesar bóru ikki góð boð frá sær. Sjálvt um læknarnir ikki enn kunnu staðfesta akkurát, hvat er galið, so er líkt til, at Wayne Rooney má binda frið í upp til tveir mánaðir.
Hóast sín unga aldur, so er hetta ikki fyrsti álvarsligi skaði, sum Wayne Rooney fær. Tvær ferðir áður hevur hann roynt at brotið eitt lítið bein inn í fótinum, sum í báðum førum hevur hildið hann burtur frá fótbólti í eina tíð.