Roknar við hørðum dysti ímóti Ingeborg

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at vinnulívið hevur ikki ráð til nakra serliga lønarhækking, tí kappingarførið er so vánaligt

? Tað er nógv, sum bendir á, at samráðingarnar verða harðar.

? Men um tað aftur skal enda við verkfalli, er ómøguligt at siga.

Vilhelm M. Johannesen, formaður í Føroya Arbeiðsgevarafelag, er so smátt farin at fyrireika seg til sáttmálasámráðingarnar við Føroya Arbeiðarafelag við Ingeborg Vinther á odda.

Allir sáttmálarnir ímillum arbeiðarafeløgini og arbeiðsgevararnir eru sagdir upp og teir fara úr gildi Dýra biðidag 30. apríl.

Tað størsta arbeiðarafelagið, Føroya Arbeiðarafelag, hevur enn ikki gjørt krøvini upp.

Men í Sosialinum herfyri boðaði Ingeborg Vinther frá, at eitt lønarkrav uppá minni enn 10% kemur ikki uppá tal.

Men Vilhelm M. Johannesen heldur, at tað er lítið sannlíkt, at tað vinnur frama.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag heldur, at tað er ikki eitt óvanligt ynski.

? Men eitt er, hvat mann vil hava, eitt annað er, hvat ber til.

? Ivaleyst heldur formaðurin í Føroya arbeiðarafelag ikki, at hetta er eitt óveruligt ynski.

? Men eg má viðganga, at eg uppfati ikki støðuna soleiðis, at tað ber til at hækka lønirnar nakað serligt.


Minni enn 2 - 3 %

Vilhelm M. Johannesen sigur, at kappingarførið hjá okkum er so avbera vánaligt, at ráðini eru ikki til at hækka lønirnar nakað serligt.

Í Sosialinum herfyri fortaldi Bjarni Joensen, formaður í búskaparráðnum, at lønarvøksturin í londunum, vit kappast við, er eini 2-3% um árið.

Tvs, at verða lønarhækkingarar í Føroyum størri enn tað, versnar okkara kappingarførið mótvegis útlandinum.

Hesum er formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag ikki samdur í.

?Lønarvøksturin í londunum, vit kappast við, er minni enn so.

? Tað vil siga, at lønirnar í Føroyum kunnu ikki so frægt sum hækka so nógv, uttan at tað rakar kappingarførið.


Tað almenna verður ikki grundarlagið

Vanliga verður sagt, at sáttmálarnir á almenna arbeiðsmarknaðinum verða brúktir sum grundarlag undir sáttmálunum, sum fara at verða gjørdir á privata arbeiðsmarknaðinum seinni.

Tvs, at endar sáttmálin hjá Starvsmannafelagnum við eini lønarhækking uppá eini 7 %, sum alt talar fyri, eins og hjá øllum hinum feløgunum, so fara hesir sáttmálarnir at verða brúktir sum jarnbrot fyri at fáa sáttmálarnar á privata arbeiðsmarknaðinum á sama støði.

Men Vilhelm Johannesen hevur ikki hug til at brúka sáttmálarnar á almenna arbeiðsmarknaðinum sum grundarlag fyri samráðingunum, sum hann og Ingeborg skulu undir um 14 dagar.

Hann vil heldur brúka gongdina á almenna arbeiðsmarknaðinum sum ræðidømi.

Tá vil hann heldur brúka teir sáttmálarnar, sum arbeiðsgevarar á privata arbeiðsmarknaðinum frammanundan hava gjørt við ymisk feløg.

? Vit hava gjørt fleiri sáttmálar.

M.a. gjørdu vit ein sáttmála við Føroya Handverkarafelag, sum gevur teimum eina lønarhækking uppá umleið 1,5% um árið - men tað var enntá ein fýra ára sáttmáli.

? Aðrir sáttmálar, vit hava gjørt, eru á nøkunlunda sama støði, við ymsum frávikum.

? Størsti sáttmálin, vit hava gjørt, var við Skipara- & navigatørfelagið, sum gav teimum 2% um árið í tvey ár - men tað skuldi ikki eitt oyra útgjaldast, tí alt er farið til pensjónir.

Hann vísir á, at formaðurin í Skipara- & Navigatørfelagnum alment boðaði frá, hvussu himmals fegin hann var fyri sáttmálan.

Formaðurin í Føroya Ar-beiðsgevarafelag sigur, at hann kundi heldur hugsa sær, at onkur av hesum sáttmálunum verður støðið undir samráðingunum, sum nú verða við Føroya Arbeiðarafelag.

Tí meiri heldur hann ikki, at tað eru ráð til at hækka lønirnar, um kappingarførið ikki skal versna.


Hava onki yvirskot

Vilhelm M. Johannesen sigur, at sagt heilt stutt, er støðan hjá føroyskum vinnulívið tann, at tað er onki yvirskot at hækka lønirnar við.

?Alt tað føroyska vinnulívið, sum tað var, gav ikki meiri enn 600 milliónir í yvirskoti tilsamans.

? Av teimum mundi Føroya Banki eiga helvtina einsamallur, tí hann hevði einar 300 milliónir í yvirskoti.

? Sostatt gav alt annað vinnulív ikki meiri enn einar 300 milliónir í yvirskoti.

? Og tað haldi eg, at Fiskavirking saktans kundi brúkt einsamalt til endurnýggingar av ymsum slag, tí bara tú hyggur inn á eitt av teirra virkjum, sæst týðiliga, hvussu harðliga tiltrongt tað er við endurnýggingum og ábótum.

? So hóast næstan alt vinnulív er farið á húsagang minst einaferð, ekur tað enn á knøunum, og er so útarmað, at tað klárar ikki at vísa á eitt yvirskot sum er meiri enn 300 milliónir.

? Og so skal leggjast afturat, at árið í fjør var metár í allar mátar.

Vilhelm M. Johannesen sigur tað sigur meiri enn nokk um okkara kappingarføri.

Vilhelm Johannesen sigur, at eftir hansara tykki vísir støðan í vinnulívinum, at kreppan er yvirhøvur ikki avhæsað, og hann er yvirhøvur ikki samdur við teimum, sum siga, at tað er so stor framgongd í samfelagnum.

? Og fara vit at hækka lønirnar nakað nevnivert, fer tað at raka kappingarførið. Og versnar okkara kappingarførið, verður avleiðingin, at tað verða færri arbeiðspláss, tí tey bæði hanga neyvt saman.


Harðar samráðingar

Vilhelm Johannesen sigur, at hann væntar, at samráðingarnar hesuferð verða harðar. Um tað endar við verkfalli, er ilt at siga. Men hann heldur, at tað er væl hugsandi.

? Partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru blivnir merkiliga ágangandi. Tað er lagt hart út, og tað er ikki nakar fyrimunur.

Vilhelm Johannesen sigur, at vanliga plaga ?bara? lønin at verða eftir, tá ið semingsmenninir verða boðsendir. Men nú vísir tað seg, at semingsmenninir skulu finna semjur í næstan øllum málum, og tað er ein stór broyting.

Hann sigur, at honum dámar betri, at partarnir tosa saman av og á alt sáttmálaskeiðið, og at teir fáa samráðst seg fram til semju um -helst øll- men í hvussu so er tey allarflestu málini, áðrenn tað er neyðugt hjá semingsmanninum at koma uppí.

Formaðurin í Føroya Arbeiðsgevarafelag sigur, at sjálvandi hevur tað ávirkað samráðingarnar, at tinglimir hækkaðu sína egnu løn beint uppundir samráðingarnar.

Tí tað verður brúkt í samráðingunum.

? Eg sigi ikki, at lønin hjá tinglimum er ov høg nú. ? Men vit mugu staðfesta, at tað var taktiskt óklókt at hækka tær so nógv beint nú, sigur Vilhelm Johannesen.