Rokkur, strúkarar, fres og sjeykan

Fríggjakvøldið 16. nov var føðingardags- og stakfløgu útgávukonsert hjá Heiðrikki á Heygum í Mentanarhúsinum í Fuglafirði. Við sær á skránni hevði hann Guðrið Hansdóttir, The Gahost og DJ Knýtil

Tað var Guðrið, sum byrjaði kvøldið. Eg havi lurtað nakrar ferðir eftir fløguni hjá henni, men hon hevur ikki fangað meg 100%. Jú, løgini eru góð og væl skrivað; Guðrið syngur væl, og tónleikararnir spæla væl, men fløgan ristir ikki nakað innaní mær. Framleiðslan av henni hevur ikki nóg nógva kraft til at fara inn undir húðina hjá mær. Men sum eg ofta fyrr havi upplivað, so plagar live-framførslan at vera nakað heilt annað enn fløgan. Tá tað er live, verður tónleikurin borin fram í einum heilt øðrum líki; tað er ópolerað og rátt, og tað er beint frammanfyri tær og verður skapt í tí løtuni, tú situr har. Hetta “nú’ið” verður ofta mixað og polerað so nógv á fløgum, at tað missir megina, ið tónleikurin upprunaliga hevur, og gevur tískil ikki sama sparkið, sum tað átti. Men tíbetur slapp eg at uppliva tónleikin hjá Guðrið ráðan og ópoleraðan, sum fullkomiliga broytti mína fatan av honum.

Rokkut og rátt

Eg var 20 min ov sein til konsertina og gekk tí beint inn í væl koyrandi tónar frá lagnum “A song for you”, ið varð fylgdur av feita lagnum “Do You Believe?”. Tað minnir meg partvís um The Cardigans men serliga um Sarah Hepburn úr Glorybox; eitt fangandi, djúpt lag við melodiøsum bassi og pumputum trummum. “Tapping your feet” var (hóast onkrar villur og skurrut ljóð) lekkurt, rokkut og rátt, og gittarspælarin, Jón Klæmint Hofgaard, gjørdi tað framúr væl við feitum rokk-gittara og hoppandi solo.

Tey meira friðarligu løgini, m.a “Love is Dead” og “Sleeping with ghosts”, vóru vøkur og innilig. Tað var feitt at síggja Guðrið (sum annars eisini er vøkur við gittara í hond) uttan gittara innímillum. Hon var við uppá tað; dansaði, prátaði og var útatvend. Harafturat hevði hon frálíkar tónleikarar afturat sær, sum spældu væl og góvu løgunum pláss at breiða seg út. Huglagið var sveimandi, til tíðir frekt, og saman gjørdu tey fimm (Guðrið, Jón Klæmint, Líggjas Olsen, Sakaris Joensen og Andreas Dalsgaard) eitt flott samanskrúvað arbeiði.

Framførslan endaði við hittinum “Sweet Music”. Hetta er fangandi popp-rokkur við flottum arrangementi og góðum javnvági millum ljóðførini. Konsertin hjá Guðrið hetta kvøldið hevði nógv meira av kraft, enn fløgan hevur havt, og eg siti tí eftir við einum heilt øðrum og betri hugnámi av tónleiki hennara nú.

Heiðrik við stakfløgu og føðingardegi

Heiðrik á Heygum hevur júst givið stakfløguna “Jealous” út, sum er ein forsmakkur uppá komandi fløgu hansara, ið verður útgivin í desember. Konsertin hetta kvøldið varð hildin í samband við, at Heiðrik hevur givið stakfløguna út, men eisini tí, at hann hevði 23 ára føðingardag.

Her er talan um ein evnaríkan, ungan mann, sum veit, hvat hann vil. Hann er stílfullur í øllum, ið hann ger, og hevur dirvi, sum er tað, ið serliga gevur mær virðing fyri hansara handverki.

Hóast fløgan verður elektronisk, valdi hann at framføra løgini akoustiskt til konsertina. Við sær á palli hevði hann Jón Klæmint Hofgaard á gittara, Heiðrun Petersen á violin og Tóra Restorff á cello - strúkararnar hevði Heiðrik sjálvur skipað. Afturat øllum hesum hevði hann ein sjarmerandi smædnan verumáta, ið fekk hann at tykjast so lítillætnan, at tað var torført at gera annað enn bara at smílast, undrast og virðismeta.

Asnin hjá Mariu

Eftir at hava lagt út við abstraktu og hugtakandi løgunum “Jealous”, “Beautiful Bartender”, “Tár Torna” og egnu strúkaraútsetingini hjá Heiðrikki av “Á ferð til Dreymaland”, kom ein stuttlig vending í framførsluna, sum má endurtakast.

- “Hetta er eitt lag um esilið hjá Mariu, also hjá mammu Jesus” segði Heiðrik, tá hann presenteraði lagið “Maria’s Donkey”. Víðari greiddi hann frá, at hann ikki sjálvur er religiøsur, men at hann hevur hoyrt søguna um, tá Maria og Jósef ferðaðust til Betlehem, har Jesus bleiv føddur. Men eingin hevur hugsað um handan asnan, sum skuldi bera tey allan vegin!

- “Eg vil bara vísa mína respekt fyri tí”, segði hann.

Hetta var ein sarkastiskur og lættur valsur, har røddin hjá Heiðrikki ferðaðist upp í høgar hæddir – og (hóast væntandi mikrofonvenjing) gjørdi tað væl.

Góðar assosiatiónir

Eg hoyrdi serliga íblástur frá Dave Gahan/Depeche Mode í tónleikinum hjá Heiðrikki. Síðsta lagið, “Am I not too good” hevði eitt heilt serligt Depeche Mode huglag – ikki kopiering, men atmosferan var har. Legði eisini merki til spaghetti-western/Tarantino gittarspæl. Tað er altíð lekkurt at hoyra íblástur, at hoyra nøkur feit element úr øðrum tónleiki liva víðari í nýggjum tónleiki, í nýggjum hami.

Tá konsertin hjá Heiðrikki endaði, hoyrdist mitt í tí heila røddin hjá Filip í The Ghost í hátalarunum. Tey flestu hildu nokk, at The Ghost skuldu byrja beinanvegin, men tað var nú ikki so. Her var nevniliga felagssangur a la “tillukku til Heiðrik” á skránni, og vóru allir tónleikarar kvøldsins troppaðir upp á pallinum. Hetta var spontant og stuttligt og legði upp til eina peppaða byrjan á konsertina hjá The Ghost.

The Ghost í bølamyrkuri

Tað var bølamyrkt inni, tá feitu elektro tónarnir hjá The Ghost byrjaðu at ljóma ígjøgnum hølið. Tað einasta, sum sást av pallinum, var lýsandi Apple búðmerkið á Mac telduni hjá Urbanus, har hann sat og stjórnaði tónleikinum. Brádliga kom ein skuggi dansandi inn á pallin; ein persónur í hettu, sólbrillum og turriklæði fyri munn og nøs. Hjá teimum, sum hava sæð The Ghost á palli fyrr, var tó eingin ivi um, at hetta var Filip. Stuttliga og peppaða robot-dansin hjá honum kennir ein aftur allastaðni. Longu frá fyrsta sangi var (næstan) allur tann fremsti salurin uppi á gólvinum og dansaði saman við Filip, sum var hoppaður av pallinum. Tað var stuttligt, ungt og frítt, og áhoyrararnir vóru í góðum lag.

Fresandi, glitrandi elektro

Tónleikurin kann ikki beinleiðis setast í samband við nakað annað, eg fyrr havi hoyrt. Eg hoyri elementir frá Kraftwerk og Daft Punk, men tað er eingin ávísur íblástur, sum mann kann seta fingurin á. Eyðkennið fyri tónleikin er serliga: skjótar rúttmur, grov basslinja, glitrandi electro (glam) við standard gittar- og bass spæli. Til tíðir er tað droymandi, til tíðir fresandi; á ein ella annan hátt britpop í electro. Løgini mangla sum heild betri skipan, men hinvegin hoyrist eisini fyri hvørja konsert, at struktururin broytist, sum er ein spennandi útvikling at fylgja við í.

Tekstirnir, hóast illa viðfarnir málsliga, eru djúpir og sigandi. Linjur sum “Machines are taking over” og “Lord, it’s your hands upon me” gjørdu heildina ógvuliga sterka og úttryksfulla.

Eg havi sæð The Ghost á palli fleiri ferðir fyrr. Teir eru altíð feitir og geva 100% av sínari orku til at undirhalda fólki, og tey elska tað! Eg kundi tó hugsað mær, at alt rokið og garteranin, sum fer fram undir framførslunum, bleiv eitt sindur meira skipað. Tí tá ein hevur sæð teir nakrar ferðir, kann rokið blíva trivielt og kiksað, um ikki teir stýra tí eitt sindur.

Rok ella ei – tað var gott lív í og væleydnað hjá teimum. Endin á framførsluni varð, at fólk fóru glað uppaftur at dansa, ímeðan tey í felag sungu við Filip: “I must be ready to see the skies fall down”.

Illa skipað kvøld

Hóast góðan tónleik og áhugaverdar framførslur, so var kvøldið sjálvt ikki væl lagt til rættis. Ein stórur munur frá undanfarnum tiltøkum var, at har var eingin barr, men tað var í grundini eingin missur. Mær dámdi væl at vera til eina at kalla alkohol-fría konsert í Mentanarhúsinum, tí tað slapst undan fullu tannáringunum, sum annars plaga at vera í meiriluta harinni.

Trupulleikin var, at tað var ov lítið gjørt fyri at fáa hølið pent. Tað manglaði eitt hugnaligt “feel”, sovorðin smáting sum dúkar á slitin og skitin borð og stearinljós fyri at skapa eitt lekkurt huglag. Eitt sindur av snøggan á pallinum, soleiðis at heildarinntrykkið blívur meira smagfult osfr.

Stórsta minus var, tá The Ghost vóru lidnir, og DJ Knýtil skuldi byrja at venda plátum. Tá tendraðist alt ljósið inni í salinum, sum úrslitaði í, at fleiri fólk fóru avstað. Í hesi løgnu pausuni blivu stólarnir tiknir burtur av dansigólvinum, sum jú er skilagott, men so bleiv ein stórur stigi hálaður fram, tí at nú skuldu liturfiltur setast á diskoljósini uppiundir loftinum. At hetta ikki var blivið orðnað áðrenn, skilji eg ikki. Og at onkur frásøgupersónur ikki var og vegleiddi fólk um, hvat gekk fyri seg, nær hvør spældi, at stólar líka skulu flytast osfr, skilji eg heldur ikki, at mann ikki hevði hugsað um.

Elektro og retro frá DJ Knýtil

Knýtil borðreiddi við frekum elektro, so sum remiksi av Camille Jones, Justice og Radiohead, mash-up av Justin Timberlake og Daft Punk, popløgum frá Britney og Rihanna og retro-nostalgii frá Prince. Eitt lekkurt bland av dansitónleiki, sum eisini riggar, tá propillan er normal(!)

Hann koyrdi stílin sum altíð og lat seg ikki órógva av stiga- og tekniskum manereri. Nógv fólk vóru farin, men elektro-tónarnir, sum rungaðu úr hátalarunum, fyltu væl upp, og tað endaði við, at fleiri og fleiri av teimum fáu, sum vóru eftir, traðkaðu út á dansigólvið at sjeyka. Men - Knýtil varð noyddur til at steðga mitt í framførsluni, tá gongd akkurát var komin í stuttleikan, tí at okkurt, sum ljóðfólkið skuldi pakka niður, mátti takast úr einum stikki.

Alt í alt var konsertin góð, men hevði tað ikki verið fyri tónleikinum, sum var á skránni, hevði kvøldið verið eitt flopp. Framførslurnar høvdu hvør sína áhugaverdu síðu at bera fram, ið gjørdi, at eg tíbetur fór avstað aftur ríkari, enn eg var áðrenn, og kundi siga, at eg hevði havt eitt positivt upplivilsi.