Rokkbrak í Kagganum leygarkvøldið

Leygarkvøldið verður eitt satt rokkbrak í Kagganum, tá nakrir av bestu bólkunum í løtuni fara á pallin at spæla ein stórsligna konsert. Við eru Peturi Pólson, Marius og Guðrið Hansen við bólki.

 
Hetta eru øll trý nøvn, ið vegna avrik síni seinasta árið vóru í uppskoti til Planet Awards. Guðrið var í uppskoti sum besta sangkvinna, umframt, at hon sang á fløguni hjá Peturi Pólsyni, ið var í uppskoti til planetina fyri bestu fløgu. Petur Pólson var harumframt í uppskotið sum besti nýggi einaklingur ella bólkur, hesa Planet var Marius eisini í uppskoti til, umframt planetina fyri besta bólk. Hetta er sostatt nakað av tí besta vit hava í Føroyum í løutni.
 
Alsamt fleiri konsertir hava seinastu tíðina verið í Kagganum. Nøgdsemi við hølini er sera gott, og hetta byrjar at líkjast ein spælistaði fyri rokk og annan rútmiskan tónleik.