Forsetin hjá Paris Saint Germain var í øðini, eftir at felagið hjá honum tapti 3-1 móti Real Madrid og reyk út úr Champions League. Nasser Al-Khelaifi fór eftir dystin eftir dómaranum, tí hann ikki bríkslaði fyri frísparki til PSG, tá Real Madrid fekk fyrsta málið.
Nasser Al-Khelaifi skal sambært fleiri hava veri í øðini, og onkur miðil skivar, at hann breyt eitt hvørt tól hjá hjálpardómaranum, tá hann ikki slapp inn í dómararúmið. Hann skal eisini hava hótt eitt miðlafólk, sum valdi at filma støðuna.
Miðlafólk og keldir hjá Diario AS, Marca, El Partidazo de COPE og L'Equipe fortelja søgur um hóttandi atburð frá Nasser Al-Khelaifi og ítróttarstjóranum, Leonardo. Søgan sigur eisini, at eitt umboð fyri PSG varð sent at biðja um umbering seinni.
Paris Saint Germain kunnu bara takka sær sjálvum fyri, at teir ikki komu víðari, tí gestirnir vóru leikliga greitt omaná í meginpartin av teimum 180 minuttunum í uppgerðini, men tað er eisini ein sannroynd, at franska høvðusstaðarfelagið helst átti fríspark í støðuni, sum gav Real Madrid fyrsta málið.
Venjarin hjá PSG, Mauricio Pochettino, hevði eisini huga at geva dómaranum skyldina, men ásannaði somuleiðis, at PSG var víðari við 1-1. Restina fær hann illa skylda upp á nakran annan enn seg sjálvan og dýru heimsstjørnurnar á vøllinum.