Mánadagin 14. februar 2022 var Rógvi Jacobsen á sínum fyrsta nevndarfundi í Klaksvíkar býráði, har hann hevur tikið sæti sum fyrsti varalimur hjá Tjóðveldi.
Fyrstvaldi býráðslimurin hjá Tjóðveldi, Annika Steintórsdóttir Biskopstø, er farin í barnsburðarfarloyvi, og Rógvi Jacobsen hevur nú tikið sæti fyri hana í býráðnum, umframt í fleiri nevndum.
Hann er soleiðis í heilsunevndini, mentanarnevndini, trivnaðarnevndini børn og ung, trivnaðarnevndini eldri og bústaðir og umhvørvis- og býarskipanarnevndini.
Rógvi er sonur Steinbjørn O. Jacobsen, sum var býráðslimur í samanlagt 24 ár - árini frá 1997 til 2020, harav átta ár sum borgarstjóri (2001-2008).
- Sostatt kann staðfestast, at Rógvi hevur kommunupolitikk í æðrunum, og nú hevur hann so fyri fyrstu ferð fingið møguleikan, siga tey í Klaksvíkar kommunu.
Rógvi Jacobsen er útbúgvin timburmaður og er sjálvstøðugur vinnurekandi.
Við heimasíðuna hjá Klaksvíkar kommunu vísir hann á, at hesaferð verður tað bert í nakrar mánaðir, at hann hevur sess í býráðnum.
- Men, eg síggi fram til at gera mær nakrar royndir í býráðsarbeiði, sum altíð hevur havt mín stóra áhuga, sigur hann í stuttari viðmerking.
Væntandi verður avloysaratíðarskeiðið hjá Rógva Jacobsen fram til í summar.