Rocksangari kannar kjógvan í Fugloy

Tað er rocktónleikur og fuglalív hvørt um annað hjá hesum føroyska rocksangaranum

Tungmálmssangarin Jón Aldará er í løtuni á drúgvari konsertferð rockbólkinum Barren Earth úr Finlandi. Rocksangarin av Norðoyri er kendur sum sangari í føroyska bólkinum Hamferð, og síðani 2014 hevur hann eisini sungið í finska bólkinum.

Tað er tó ikki bert rocktónleikur í gerandisdegnum hjá Jón, tí hann tekur í løtuni kandidat-útbúgving í lívfrøði og er í holt við sína serritgerð.

Serritgerðin snýr seg um møguleikarnar hjá kjógvi at reiðrast í Føroyum, og um veðurlagsbroytingar hava ávirkan á hetta. Jón Aldará hevur verið í Fugloy og eygleitt kjógv og kannað, um kjógvin verður ávirkaður av hitalagnum. Hetta hevur hann gjørt saman við Sjúrði Hammer, sum hevði framløgu um skúgvin og dálking í Reinsarínum í vikuni.

- Um kjógvin rýmir oftari burtur frá reiðrinum orsaka av hitalagnum, minka møguleikarnir hjá pisunum at koma undan, tí møguleikin er størri fyri, at eggini verða etin, sigur Jón Aldará.

Kjógvin ferðast víðahvar, men hann reiðrast bert á breiddarstigum millum Norðurbretland og Svalbard, og tí kann tað verða ein trupulleiki, um veðurlagsbroytingarnar føra við sær, at færri pisur koma undan.

- Vit hava gjørt kanningar, og nú eri eg farin undir at skriva ritgerðina, sigur Jón Aldará.

Næstu tíðina verður hann tó upptikin av tónleiki, tí í løtuni er Jón Aldará á konsertferð við Barren Earth, og teir spæla 17 konsertir í 18 dagar her í januar.