Sendingin "Triði Hálvleikur" hjá Rás2 fekk orðið á høvuðsvenjaran hjá ÍF, Albert Ellefsen og tvífalda málskjúttan hjá B36, Róald Jakobsen, aftaná 2-5 tapið hjá ÍF á heimavølli ímóti B36.
Albert Ellefsen kom ikki við nøkrum umberingum, men helt fyri, at ÍF hevði tapt fyri einum betri og meiri tendraðum liði. Hann uggar seg kortini við, at tað eydnaðist at rætta uppá ymisk ting, tá B36 var á odda 4-0, og at liðið hjá honum kom uppá 4-2, og trýsta fyri at koma uppá 4-3. Hann bað sínar menn byrja av nýggjum í steðginum, tá B36 var á odda 3-0, og tað helt hann eydnaðist fyri ein stóran part.
Róaldur Jakobsen helt, at fyrri hálvleikur var eitt framúr avrik hjá B36, meðan seinni hálvleikur var eitt sindur meira haltandi, har ÍF var við at koma inn í dystin aftur. Róaldur fegnast eisini um enn einaferð at hava skotið tvey mál í sama dysti.
Við at TRÝSTA á PÍLIN undir MYNDINI ber til at hoyra tað, sum Albert Ellefsen og Róaldur Jakobsen søgdu aftaná dystin.










