Aðrastaðni á síðuni stendur at lesa, at nólsoyingar hava trupulleikar av, at stóru russisku skipini liggja fyri akkerið uttanfyri Nolsoynna, tí tey fara avstað við gogguglúpunum, tá akkerið tekur í. Men Àrni Dam, russiskur umboðsmaður, sigur í hesum sambandi, at tað eru skip av øllum úr øllum tjóðum, ikki bert russar.
- Vit sóu sjálvir, tá Christian í Grótinum dró akkerið eftir botninum og sleit ein heilan kaðil út til Nólsoynna. So tað eru ikki bert russar, sum draga eftir botninum, sigur Árni Dam.
Spurdur um russisku skipini ikki kundu ankrað aðrastaðni enn júst har, sum útróðrarmennirnir royna eftir goggu, sigur Àrni Dam, at skipini eru so stór, at tað er óðamannaverk at sigla ímillum hesar smáu boyurnar.
- Hesi skipini eru kanska einar 130 metrar til longdar, og við so stórum skipi er ógjørligt at koma uttanum hesar smáu boyurnar, sum liggja ógvuliga tættar. Harumframt hava boyurnar ikki ljós á um næturnar, og tá eru tær ikki til at síggja, sigur Àrni Dam.
Árni Dam sigur seg hava prátað við russar um júst henda trupulleika við gogguglúpunum hjá nólsoyingum, so teir vita av tí.
- Men tá ættin er landsynningur, so vera teir noyddar at leggja seg undir Nólsoynna, og tá er skjótt at koma ov tætt at útgerðini hjá útróðrarmonnum, sigur Árni Dam.
Tað er Havnarskrivstovan, sum hevur ábyrgdina av at leggja skipini, tá tey hava brúk fyri at ankrað. Men tað er ikki altíð, at skipini geva boð frá sær, tá tey flyta seg, um eitt nú ættin skiftir. Tað ásannar Árni Dam, men hann vísir á, at hann fær onki gjørt við henda trupulleika.
- Tað er Havnarskrivstovan, sum umsitur hetta økið, sigur hann.
Av Havnarskrivstovuni siga teir, at hetta er ein afturvendandi trupulleiki, sum teir hava vitað av leingi. Tískil stendur trupulleikin við.