Árliga várframsýningin á skránni

Várframsýning er á Listasavni Føroya í døgunum 12. apríl – 5. maj.

Fríggjadagin, tann 12. apríl 2019, kl. 16 letur árliga Várframsýningin upp á Listasavninum. Dorit Hansen, ritstjóri á Námi setur framsýningina, og Sissal Grækarisdóttir við bólki fer at framføra nøkur løg til ferniseringina.

 

- Tað verður spennandi at bjóða fólki vælkomin í Listasavnið til árligu Várframsýningina, sum er tann 30. í røðini, siga tær báðar Rannvá Holm Mortensen og Birgit Kirke, sum hava kuraterað og samskipað framsýningina.

- Vit eru sera takksamar fyri at hava fingið nógv góð uppskot sendandi, so tað hevur verið trupult at velja út. Íalt 19 listafólk mynda hesa framsýning, sum vit halda sera væl lýsir, hvat rørir seg á føroyska samtíðarlistapallinum. Framsýningin umfatar nógvar listagreinir, alt frá rullupylsupakka til latexhúð, umframt fótafet kring heimin.

 

 

Føroysk Myndlistafólk skipa fyri árligu Várframsýningini, sum er á Listasavni Føroya í døgunum 12. apríl – 5. maj 2019.