Árliga »Giljanestiltakið« verður sunnudagin

Aftur í ár skipar Lioans Club Vágar fyri árliga tiltakinum á Giljanesi. Sunnudagin tann 5. mars kl. 16 setur Heini F. Petersen tiltakið

ÓLAVUR Í BEITI


Skráin fyri árliga »Giljanestiltakinum«, sum Lions Club Vágar skipar fyri sunnudagin, er sera fjølbroytt. Har verður mat- og køkutombula, loppumarknaður, 21-spæl, tombola, fiskibrunnur, skjótitjald, ís søla, bóltspark og tunnusláin fyri at nevna okkurt, sum skipað verður fyri. Og klokkan 17.00, ein tíma eftir at Heini F. Petersen hevur sett »Giljanestiltakið« verður eydnuhjól. At vinna á eydnuhjólinum er ein skutari, ferðaseðlar, gávukort, olja og annað mangt.

Umframt alt hetta, verða eisini tríggir teir vakrastu urtagarðarnir valdir í øllum bygdunum í Vágum, og sum nakað nýtt fáa tey, sum koma til »Giljanestiltakið« eisini møguleika at velja. Klokkan 21.30 endar so møguleikin at velja vakrastu urtagarðar í Vágum.


Hjartatól

Av øðrum undirhaldi kann nevnast, at sang- og tónleikarbólkurin Dorethea syngur klokkan 17.30, og klokkan 20.00 kemur »Upp á tá« at vísa okkurt forkunnugt og áhugavert.

Sum undanfarin ár kemur ágóðin av »Giljanestiltakinum« onkrum serligum til góðar, og í ár verður eitt hjartatól, diffibilator, handaður sjúkrabilinum í Vágum. Handanin verður klokkan 19.50.

Uml. klokkan 23 endar so stóra og áhugaverda »Giljanestiltakið«, og tá verða lutaseðlarnir drignir og eisini úrslitið av urtagarðsvalinum kunngjørt.

Í tíðindaskrivi frá Lions Club Vágar verður eisini nevnt, at gjørligt er at keypa sær mat og drekka á tiltakinmum, og felagið vónar, at undirtøkan verður líka stór sum hini árini.