Riturnar halda vetur á Labrador

Ein kanning, sum fuglafrøðingur okkara Bergur Olsen hevur luttikið í, vísir, at føroysku riturnar halda beina leið vestur í hav á vetrartíð.

Kanningin er eitt samstarv millum londini kring Norðuratlantshavið fyri at finna fram til, hví riturnar fækka í tali.

Ein av spurningunum er, hvar riturnar eru um veturin, og í øðrum lagi at vita, um tær allar eru í sama øki.

Kanningarnar frá í fjør vísa, at 80 prosent av ritunum í Norðuratlantshavi halda til í einum øki við New Foundland í Eysturkanada, ið er eitt týdningarmikið øki hjá ritunum, tá talan er um føði.

Á riturnar vórðu festir loggarar, og her kom fram, hvussu ein rita úr Stóru Dímun ferðaðist: Hon fór fyrst yvir til Kanada, har hon var í nakrar vikur. Síðani fór hon til New Foundland, har hon var allan veturin. Eftir hetta helt hon leiðina til Írlands og Íslands, áðrenn hon kom til Føroyar í apríl mánaði. Hetta vísir greitt, at riturnar ferðast sera víða.

Kanningin vísir haraftrat, at riturnar sótu í somu reiðrum sum árið fyri. Men av tí at flestu pisurnar vóru deyðar í hungri, sótu tær deyðu riturnar ikki so fastar á reiðrunum, sum tær annars gera, tá ið tær hava pisu. Hetta var orsøkin til at tær vóru ringar at fanga.

Verkætlanin hevur heitið: ”Kanning av ferðingini hjá ritum í Norðuratlantshavi”. Hon verður gjørd í samstarvi við Kanada, Grønland, Ísland, Noreg, Russland og Skotland.