Risastórt ferðamannaskip er komið á Havnina í morgun

MV Ventura tekur 3.078 ferðafólk, og manningin telur 1,205

Í morgun kom stóra og fína ferðamannaskipið MV Ventura á Havnina. Talan er um eitt glasiligt ferðamannaskip, sum hoyrir til felagið P&O Cruises, og Ventura er tað næststørsta av sjey hjá felagnum. 

Ventura varð bygt í 2008, og tá varð tað uppkallað eftir kendu bretsku sjónleikarinnuni, Hellen Mirren, men broytti seinni navn til Ventura.

Umborð eru pláss til 3.078 ferðafólk, og manningin telur 1,205. Skipið er 291 metrar langt og hevur 19 dekk - harav 14 til ferðafólk.

MV Ventura loysir aftur klokkan 17, tá kósin verður sett móti Akureyri í Íslandi.

##med2##