Rice segði ósatt

Undir einari hoyring í amerikonsku Kongressini í síðstu viku segði Condoleezza Rice, uttanríkisráðharri, at hon hevði ongantíð hoyrt um eitt iranskt uppskot, sum stavaði frá 2003, og sum mælti til samráðingar millum Iran og USA. Men tað passar ikki, sigur Flynt Leverett, sum starvaðist í tjóðskaparliga trygdarráðnum tá saman við Rice. Hann sigur við AP, at bæði Condoleezza Rice og táverandi uttanríkisráðharrin, Colin Powell, vórðu kunnað um iranska uppskotið. Tí heldur hann uppá, at Condoleezza Rice segði ósatt fryri Kongressini.