Ribarhús fær takvingeygu

Seinastu dagarnar hevur verið arbeitt við at seta fimm takvindeygu í Ribarhús í Fuglafirði

Tað er ikki bara á tekjuni í Fuglafjarðar kirkju, at menn eru til arbeiðis. Sama er á takinum á Ribarhúsi, har arbeitt hevur verið á vestaru síðu á tekjuni.
Pætur Joensen, verkfrøðingur hjá Fuglafjarðar kommunu, sum eigur Ribarhús, sigur, at tað er ikki tekjan á bygninginum, sum er vánalig.
- Tað, sum nú verður gjørt, er, at Ribarhús skal hava fimm takvindeygu á vestaru síðu, og tí varð tað hildið at vera lættari bara at taka alt takið av á hesi síðuni.
Pætur Joensen sigur, at nú hølini á loftinum á Ribarhúsi eru sett í stand og verða brúkt til ymisk endamál, eitt nú kvøldskúla, ymisk skeiðvirksemi og samveru annars, er neyðugt at fáa meiri ljós inn á loftið.
- Tað er hetta arbeiði, sum nú verður gjørt, sigur verkfrøðingurin hjá Fuglafjarðar kommunu.