Leygardagin fekk bilverkstaðurin hjá P/F Reyni Service í Hoyvík umhvørvisgóðkenning frá Umhvørvisstovuni.
Virksemið á bilverkstaðnum er millum annað plátuverkstaður og tvær sproytukabinur. Virksemið umfatar umvælingar og lakkering av bilum o.a.
Umhvørvisgóðkenningin umfatar alt virksemið á bilverkstaðnum.
Í umhvørvisgóðkenningini er serligur dentur lagdur á at fyribyrgja og avmarka luftdálking, soleiðis, at virkið ikki elvir til heilsuskaðar ella ampar í nærumhvørvinum. Tí eru treytir settar m. a. til reinsing av luftútlátinum frá sproytukabinunum.
Umhvørvisstovan skrivar, at tey, ið hava kærurætt, kunnu kæra umhvørvisgóðkenningina til landsstýrismannin í umhvørvismálum.
Kærurætt hava tey, sum avgerðin hevur ein serstakan, beinleiðis og persónliga týdning fyri.










