Temora er ein miðalstórur kopepodur, sum er vanligur á Landgrunninum um summarið.
Hon verður etin av millum annað fiskalarvum og øðrum smáfiski, men hvønn týdning hon hevur í føðiketuni á Landgrunninum, vita vit ikki heilt.
Í løtuni er nógvur gróður, og hitin í sjónum er óvanliga høgur. Hesi viðurskifti kunnu hava ávirkan á vøkstur og útbreiðslu av Temora, men nærri kanningar skulu til fyri at skilja orsøkirnar til tær stóru nøgdirnar, vit síggja í løtuni.
Myndin ovast: Hópur av Temora longicornis í bátahylinum í Hesti. Kartin Lenvig tók myndina.