Reyðrótadjús ger bóltspælarar betri

Reyðrótadjús hevur positiva ávirkan á fótbólts- og hondbóltsspælarar.

Kanningar gjørdar á útbúgvingarstovninum Exeter í Onglandi hava seinastu árini víst, at óorganiskt nitrat, ið verður inntikið sum konsentrerað reyðrótadjús, økir um kropslig avrik og útsetir møði undir langtíðar og intensum arbeiði.

Eitt granskingartoymi, sum Magni Mohr er partur í, hevur í nýggjari kanning víst, at hetta er galdandi fyri intenst intervallarbeiði, sum er líkt tí, bóltspælarar gera í dysti.

- Vit kenna ikki enn fysiologisku mekanismuna, sum verður ávirkað av nitratinntøku, men halda, at henda er knýtt at reduktiónini av óorganiskum nitrat til nitrite og nitrogen oxid. NO hevur eina ørgrynnu af effektum á fysiologiskar skipanir í vøddunum, sum ávirka vøddablóðrensl, vøddasamandrátt, sukur og Ca2+ javnvágina og oxygen brúk í mitokondriunum. Í løtuni bíða vit eftir vøddaanalysum, sum vónandi fara at geva okkum svar uppá onkrar av hesum spennandi spurningum, sigur Magni Mohr.

- Fleiri og fleiri toppítróttarfólk drekka í dag konsentrerað reyðrótadjús áðrenn kapping. Eitt nú undir OL í London nýttu flestu ensku ítróttarfólkini á millum og langtíðar teinunum nitratríkt reyðrútadjús. Kanningin hjá okkum nú vísir, at eisini bóltspælarar kunnu betra teirra avrik við inntøku av nitratríkum reyðrótadjús, greiðir Magni Mohr frá.

Talan er um serliga framleitt og konsentrarað djús. Tað ber tískil ikki til at eta reyðrøtur ella at drekka vanligt reyðrótadjús, tí at her eru konsentratiónirnar av nitrat alt ov lágar. Reyðrótadjúsið skal eisini drekkast eftir serligari protokol fyri at kunna náa røttu NO virðini í vøddunum.

Úrslitini av kanningini eru kunngjørd í grein, sum kallast “Dietary nitrate supplementation improves team sport-speci?c intense intermittent exercise performance”, sum kom í European Journal of Applied Physiology í februar 2013.