- Hjálpið okkum at hjálpa hungurs- og turkuraktu fólkunum í Eysturafrika, sigur Reyði Korssur Føroyar í áheitan.
Innsavningin, Reyði Krossur Føroya hevur fyri at hjálpa - www.redcross.fo - hevur higartil givið oman fyri kr 100 000. Hetta eru umframt tær 50.000 krónurnar, sum Reyði krossur Føroya og tær 150.000 krónurnar, Uttanríkismálaráðið longu hava latið.
- Men tørvurin er sera stórur, og tí heldur innsavningin fram. Allur bati bøtur, hvussu so lítil hann enn er, sigur Hjalti í Jákupsstovu, formaður í Reyða Krossi Føroya.