Eitt óvanligt óhapp hendi fríggjadagin undir landing á Eiði, tá Anrana knappliga reyk avstað og rendi inn í síðuna á Lutta.
Tað var fríggjadagin, eftir at bátarnir vóru komnir av Norðhavinum, og lógu og landaðu, at eitt heldur óvanligt áhapp hendi.
- Tað var meðan vit landaðu, at ein kassi varð settur umborð. Hann kom at standa so illa, at hann koppaði. Vit hava eina uttan dura regulering við umstýring og regulatori í, og kassin datt niður á hesa, greiðir Ragnar Hentze, sum eigur bátin, frá.
Hetta førdi til, at báturin reyk avstað.
- Tað var ein rættiliga sverur endi, ið bant bátin, men hann hevur slíka megi, at hann sleit endan og rendi inn í síðuna á einum øðrum útrtóðrarbáti, nevndur Luttur av Eiði, sigur Ragnar Hentze.
Hann sigur, at alt hendi so skjótt.
- Endin, sum báturin var fastur í, var rættiliga tjúkkur, men báturin hevur slíka megi, at hann sleit endan. Men kortini var skaðin á Anrana ikki so ringur, og báturin er longu komin á sjógvin aftur, sigur Ragnar Hentze, tá vit tosaðu við hann um miðdagin týsdagin.
Verri var við hinum bátinum, sum var árendur.
- Hann fekk hol á síðuna, so tað var verri. Kortini haldi eg, at vit komu væl frá hendingini, tí tað er jú besta Norðhavstíð. Nú mistu vit so ein dag ella báðar tveir, men tað ljóðar kortini einki serligt frá í dag. Eg havi tosað við onkran, sum er úti, og hann sigur, at tað er einki at fáa, sigur Ragnar Hentze.
Hann tekur tó í aftur, at tað verður ofta latið illa at.
- Men tá so komið er aftur til lands, so vísir tað seg, at fiskaríið ikki hevur verið so galið kortini, sigur Ragnar Hentze.
Báturin var umvældur á bedingini, Care on Sea í Hvalvík.
Hann var aftur á veg til Eiðis at bíða eftir enn einnum degi á Norðhavinum.