Norski rækjutrolanin Remøy er komin aftur til Norra, eftir at hava verið afturhildin í Russlandi í ein góðan mánaða.
Antares.fo skrivar, at tveir føroyingar vórðu partur av manningini umborð á Remøy tá hann bleiv tikin.
Remøy bleiv tikin tá russiska sjóverjan, eftir eina kanning umborð, staðfesti, at Remøy ikki hevði neyðugu loyvini at fiska rækjur í russiskum sjógvi. Hetta vísti seg seinni at verða ein fyrisitingarligur feilur, at norska fiskimálaráðið ikki hevði útskriva loyvið hjá Remøy at fiska rækjur í Russlandi.
Skiparin, Kjetil Ervik, sigur við NRK, at uppihaldið í Russlandi var ógvuliga krevjandi, tí teir fingu einki at vita og vistu ongantíð nær teir sluppu heim aftur.










