22-24. oktobur verður árliga tónleikakappingin Sement aftur á skránni, um nóg nógvir luttakarar melda seg til. Annars verður kappingin 24. Okt.
Sement er ein tónleikakapping sum Margarinfabrikkin skipar fyri, har bólkar og einstaklingar kappast um at gerast føroya besti nýggi bólkur.
Reinsaríið verður aftur í ár karmur um Sement.
Hvør bólkur fær 15 minuttir á pallinum. Bólkurin skal í minsta lagi framføra tvey egin løg. Allar sjangrur, eru loyvdar.
Sement hevur tikið táttin upp, eftir tónleikakappingini Prix Føroyar. Kappingin letur teir ungu og nýggju bólkarnar, fáa møguleika at standa á palli og framføra egnan tónleik, umframt at vísa seg fram fyri miðlum, festivalum og øðrum.
Í ár hava vit fingið royndar og dugnaligar tónleikarar sum dómarar. Greta Svabo, John Egholm og Knút Háberg Eysturstein verða tey ið skulu útvelja 1, 2. og 3. pláss í kappingini.
Tónleikararnir fáa okkurt at venja fram ímóti og verða teir meira motiveraðir, at gera egnan tónleik, at verða sæddir og fáa dirvið til at halda áfram, við tí teir gera.
Sement hevur m.a sett gongd á yrkisleiðina hjá eitt nú Hamferð, Konni Kass, JASMIN, Guðrun og Bartal, Marius DC og Reality Bytes.
Vinningurin er tríggjar dagar í Studio Bloch við tøkningi, sum hevur eitt virði á 12.000 kr.
Tilmeldingarfreistin er Sunnudagin 18. Okt kl 23:59.
Til ber at melda til her: https://www.cognitoforms.com/Margarinfabrikkin2/SEMENT2020