Reiðarar og manningarfeløg fingu ikki sín vilja

Tað er nú lítil ivi um, at uppskotið um at minstulønin verður løgd undir manningarfeløgini a betala og umsita á nýggjárinum, verður samtykt. Sostatt sleppur landskassin undan hesi útreiðsluni, sum er einar 26 milliónir um árið í miðal.

Hinvegin skulu reiðarar og manningarfeløgini betala ein prosentpart av hvørjari avreiðing, í ein trygdargrunn, sum skal fíggja og umsita eina minstulønarskipan.

Hinvegin setir landið 50 milliónir í stovnsfæið í grunnin fyri at tryggja honum eina góða byrjan.

Reiðarafelagið og manningarfeløg hava staðiliga víst á, at 50 milliónir í stovnsfæi, er alt ov ótrygt, tí tað eigur at vera 150 milliónir. Samstundis eiga allar avmarkingar fyri landingum uttanlands at verða tiknar av.

Men hesum fáa teir ikki viðhald í.

Samgongan er samd um at gjøgnumføra málið soleiðis sum tað liggur nú, sæst í álitinum, sum Vinnunevndin legði fram í gjár.

Tó heldur samgongan í nevndini, at tað skal eisini bera til, at grunnurin átekur sær aðrar skyldur fyri tað almenna ímóti gjaldi.

Hesar uppgávur fevna um sjúkratrygd fyri fiskimenn, avreiðingarhagtøl, mynstringaryvirlit og flutningsstuðul.

Hetta eru uppgávur, sum Lønjavningarstovan umsitur í dag.

Tórbjørn Jacobsen úr Tjóðveldi, tekur eisini undir við ætlanini.

Men hann heldur ikki, at landskassin skal geva grunninum meiri enn 26 milliónir til gávus, tí hetta er tað, sum útreiðslurnar til minstuløn eru um árið í miðal.

Hinvegin mælir Kári P. Højgaard frá at taka undir við hesum. Hann stúrir fyri, at støðan hjá sjómonnum fer at versna og so rýma teir til Noregs, har umstøðurnar eru betri.