Í kvøld verður fyrra hálvfinalan í kappingini um Løgmanssteypið millum Víking og EB/Streym. Víkingur er tvífaldur steypavinnari, meðan EB/Streymur stríðist fyri at koma í finaluna fyri áttandi ferð upp í slag.
Víkingur og EB/Streymur hava myndað steypafinaluna tvey tey farnu árini, og tríggjar ferðir síðani 2009. Merkisvert er, at Vikingur hvørja ferð er endað omaná. Hesa ferð skulu liðini spæla tveir dystir fyri at avgera hvør endar omaná.
Rás2 sigur frá dystinum, sum byrjar klokkan 19. Í hini hálvfinaluni eru B68 og HB. Fyrra hálvfinalan teirra millum verður um tvær vikur.
Løgmanssteypið – hálvfinalur:
Í kvøld:
Víkingur – EB/Streymur (19.00)
4. juni:
B68 – HB (Fyrra hálvfinala)
18.juni:
EB/Streymur – Víkingur
HB – B68
30. august:
Finalan um Løgmanssteypið











