Rás2 sigur frá HB-AB í dag

Sendingin byrjar klokkan 14.30

Fótbólturin rullar á Rás2 frá klokkan 14.30. Fyrst prátað vit við Heðin Zachariasen, borgarstjóra í Sunda kommunu um nýggja vøllin við Margáir. Vit fáa heimildarmennirnar inn við dómaraseðlunum: Rúni Klein Joensen til Víkingur-ÍF, André Olsen til NSÍ-FC Suðuroy, Jón Johannesen til TB-KÌ og Rógvi Dam til EB/Streymur-B36. Tróndur Arge sigur beinleiðis frá HB-AB.

 

Heri Simonsen verður vertur og tøkningur, og kemur inn við heimildarmonnunum beinavegin mál ella avgerandi støður uppstanda..

 

Besta smsið ið kemur inn til 559999, sum kemur inn vinnur tvey atgongumerki til finaluna um løgmanssteypið NSÍ-Víkingur. Vit kunnu ordna tað soleiðis, at vinnarin sleppur at sita við fjepparaskaranum henni/honum líkar best.